Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur í kvøld skrivað føroyska hondbóltssøgu.
Elias er fyrsti leikarin, ið spælir við føroyska landsliðnum, ið hevur spælt dyst og hevur skotið mál í EHF European League.
Elias og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld á útivølli fyrsta dystin í bólkaspælinum í EHF Champions League hetta kappingarárið.
Dysturin var móti kroatiska liðnum, Zagreb.
Kiel vann ein greiðan 30-23 sigur. Í steðginum var Kiel á odda 16-9.
Elias skoraði tvey mál umframt at leggja upp til onnur mál.