Byggja fyri slaka milliard í Skálavík

- Her verða eini 30-35 arbeiðspláss, og hetta verða ikki árstíðarbundin arbeiðspláss, men støðug arbeiðspláss, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost

 

Byggiverkætlanin hjá Bakkafrost í Skálavík er av teimum heilt stóru, og her gongur byggingin sambært stjóranum, Regini Jacobsen, eftir ætlan. 

Nógv virksemi er á byggiplássinum, og her stendur stórur krani, sum røkkur um stóran part av arbeiðsøkinum, har byggingin í løtuni er.

Fleiri veggir eru longu stoyptir, og at síggja til, broytist økið næstan dagliga.

Regin Jacobsen sigur, at byggiarbeiðið hevur gingið væl higartil, og ætlanin er, at fyrsti partur av verkætlanini skal koma í rakstur um eitt ár ella so.

- Arbeitt verður út í eitt við verkætlanini, og málið hjá okkum er at byrja rakstur á smoltstøðini í Skálavík á vári 2026.

Stjórin vísir á, at tá fyrsti partur av smoltstøðini kemur í rakstur, verður umleið eitt ár eftir av samlaðu verkætlanini og byggitíðini.

Á nýggju smoltstøðini verða eitt nú fýra stórar hallir. 

- Roynt verður at gera byggingina lidna úr einum enda, soleiðis at klekingin verður tað fyrsta, sum verður liðugt á sjálvari smoltstøðini, sigur Regin Jacobsen. 

Tað er ein velduga stór íløga, sum Bakkafrost ger í Skálavík í løtuni. 

Í fyrstani var ætlanin, at her skuldi verða ein lívfiskastøð, men sum tíðin leið, broyttist verkætlanin, og nú verður ein velduga stór smoltstøð bygd á økinum.

Spurdur, hvussu stór íløgan í Skálavík er, sigur Regin Jacobsen, at talan verður um eina slaka milliard, tá øll verkætlanin er liðug.

- Her verða eini 30-35 arbeiðspláss, og hetta verða ikki árstíðarbundin arbeiðspláss, men støðug arbeiðspláss, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

 

Í VikuskiftisSosialinum hesaferð er tema um vinnu, og her er eisini ein størri grein um smoltstøðina, sum nú verður bygd í Skálavík.