– Tað er so lætt hjá politikarum við fjálgum almennum lønum og tryggum pensjónum at finnast at vinnulívsfólki og harta tey fyri at selja føroysk feløg av landinum. Men politikararnir eiga sjálvir feilin. Teir kundu syrgt fyri, at føroysku pensjónspengarnir vóru brúktir í Føroyum.
Tað sigur Niels Mortensen í samrøðu við Sosialin í kjalarvørrinum av tí, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við útvarpið fyrr í vikuni.
Landsstýrismaðurin segði, at vinningurin og inntøkurnar av føroyskum fyritøkum, sum eru upparbeiddar í Føroyum við føroyskari servitan, skulu varðveitast í Føroyum.
– Hatta er so lætt at siga hjá einum politikara, sum hevur sína tryggu almennu løn og sína tryggu almennu tænastumannapensjón restina av lívinum, heldur Niels Mortensen.
Høgni Hoydal segði við útvarpið, at hann ætlaði at kalla vinnuna saman at tosa um hendan trupulleikan.
– Vit, sum hava feløg, sum vit eru góð við og fegin vilja hava skulu koyra víðari, vit hava okkara stóru avbjóðingar. Her í Føroyum eru eingir pengar, sum kunnu yvirtaka slík feløg. Her eingin virðisbrævamarknaður, og her er eingin lóg sum forðar fyri, at til dømis pensjónspengar fara av landinum, sigur Niels Mortensen.
– Og tað kunnu politikararnir gera nakað við, sigur Niels Mortensen, sum er rættiliga opinskáraður um hetta í samrøðuni í Sosialinum.
Í eykablaðnum Vinnuni í Sosialinum er eisini grein um nýggju smoltstøðina, sum Bakkafrost byggir fyri útvið eina milliard krónur í Skálavík. Á støðini verða eini 30-35 arbeiðspláss, og hetta verða ikki árstíðarbundin arbeiðspláss, men støðug arbeiðspláss, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, í samrøðu í Sosialinum.
Lesið eisini samrøðu við Andras Mortensen,sum hevur skrivað doktararitgerð um føroyska bátin. Ritgerðin bleiv í 2000 útgivin í bók. Hann heldur, at føroyskt bátasmíð er eitt serligt handverk, men ov lítið verður gjørt fyri at varðveita hesa siðvenju í landinum.
– Einaferð var føroyski báturin avgerandi fyri at fólk kundu búleikast í Føroyum, soleiðis er ikki longur, og tí er neyðugt at báturin verður brúktur á ein hátt, sum er viðkomandi í dag, skal honum verða lív lagað
– Tú má løna fólki til at halda siðvenjuna við líka, og so mást tú finna uppá ein marknað uppá onkran máta, tann knúturin er ikki loystur, sigur Andras Mortensen í samrøðu í Sosialinum.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo við at logga á við haldaranummarinum