Í bygdini Harlesiel eru, eins og nógvastaðni fram við strondini, sjóbyrgingar gjørdar fyri at verja økið móti strandaroyðing. Víddirnar á byrgingunum eru roknaðar út frá mettum sjóvarmála næstu øldina, og á hendan hátt verður arbeitt fyri at verja bústaðir hjá yvir einari millión fólkum í týska statinum Niðursachsen.
Bygdirnar Harlesiel og Schillig, fram við norðaru strond í Týsklandi, eru sjónligar á hesi myndini, sum ein av Copernicus Sentinel-2 fylgisveinunum hevur tikið 20. juli 2024.