Í dag lækkar Tjóðbankin rentuna úr 2,60 prosentum niður í 2,35 prosent. Tað er ein lækking á 0,25 prosentstig eins og rentulækkingin hjá ECB fyrr í dag, og tað er fimta rentulækking á rað.
Sambært privatbúskaparfrøðinginum hjá PFA Camilla Schjølin merkir hetta, at sparingar eru á veg hjá nógvum donskum húsaeigarum.
- Hetta eru góð tíðindi fyri okkum øll við vanligum stutttíðarlánum. Tí vit hyggja inn í eitt ár, har rentan er sett at lækka enn meira, og harvið fara vit at spara nakað uppá okkara lán, sigur hon.
Tað eru serliga húsaeigarar við F1, F3 og F5 lánum, sum fáa ágóðan av rentufallinum, greiðir privatbúskaparfrøðingurin frá við TV2.