Á profilinum @justinussenhome kanst tú fylgja við ímeðan vit bygg ja okkara dreymahús. Tú kanst fylg ja gongdini í húsabyggingini og hugleiðingum um hvørjar dreymar og hugskot vit hava við nýggja húsinum.
Dreymurin hevur leingi verið at byggja okkara egnu hús. Okkara egna reiður.
Tá vit settu okkum niður at hugsa um hvørji krøv og ynskir vit høvdu til húsini, høvdu vit bæði ein tanka um at gera húsini so dynamisk sum gjørligt. Vit eiga 3 smá børn, og vit royndu at seta okkum inn í hvørji krøv og hvønn tørv vit hava nú, men eisini um 5, 10 og 15 ár.
Vit vildu g jarna hava eini serstøk hús og vistu frá byrjan, at vit vildu hava húsini arkitektteknaði. Okkum dámdi so væl stílin hjá Eyðuni Eliasen arkitekti (EYA). Hann var grundigur og setti seg inní hvussu umstøðurnar vóru
á okkara grundstykki, tók atlit til sólargang, ætt, lívd og útsýni.
Eyðun dugdi væl at lurta eftir okkara ynskjum og dreymum og fáa tað niður á pappír. Eftir gott samstarv, stóðu vit við einum úrsliti, sum vit eru sera nøgd við. Eini hús í tveimum hæddum við eini hems í einari forskotnari eyka hædd. Húsið hevur skeivar vinklar, hæddarmunir og eina heilt serstaka útsjónd, sum vit fullu fyri beinanvegin.
Pápi mín er timburmaður og hann og maður mín koma at standa fyri timburarbeiðinum inni í húsunum. Tað fara at vera langir og strævnir dagar, men eisini ein sera spennandi tíð. Longu frá byrjan, tá gongd kemur á húsbyggingina, eru tað bæði stórar og smáðar avgerðir, sum skulu takast allatíð. Avgerðir, sum koma at vera karmur um okkara framtíðar familjulív í nógv ár.
Børn spæla ofta har sum tey vaksnu eru og tí vildu vit hava eitt spælirúm til børnini tætt við har sum vit uppihalda okkum. Um nøkur ár, tá børnini verða størri og ikki hava tørv á spælirúminum longur, er ætlanin at gera tað um til hjúnarúm og so geva børnunum hvør sítt stóra kamar í niðaru hæddini.
Ætlanin er at gera ein heilan vegg í spælirúminum til ein goymsluvegg við skápum, og eisini byggja eina ‘holu’ ella hems til børnini inni í spælirúminum. (Inspo myndir)
Summar loysnir, sum vit hava valt, eru eitt sindur ótraditionellar. Á niðaru hæddini hava vit ætlanir um at leggja eitt lenoleumsgólv ella sikafloor, sum fæst í alskins litum, er ljóðdempandi og bleytt at ganga á. Vit hava vent tankanum um at leggja sama gólvið á trappurnar í húsinum.
@justinussenhome
Fylgarar: 220