– Eg vakni enn um náttina og síggi eldin fyri mær

– Líka síðan tá havi eg hugsað, hvat eg kundi havt gjørt øðrvísi, so har ikki kom eldur í, sigur 48 ára gamli Brynleif Askildsen, sum fyri 32 árum síðani kom í eina óhepna støðu, sum endaði við, at bilasølan Bilfríðkan brann í grund

Nógvir føroyingar antin minnast ella hava hoyrt um, tá bilasølan Bilfríðkan brann ein vetrardag í 1988. Allur bygningurin kolaðist upp, og tað sama gjørdi verkstaðið og eykalutagoymslan, umframt 17 bilar. Talan var um skaða fyri eitt virði á umleið 10 milliónir.

Hetta var ein dagur, sum 48 ára gamli havnarmaðurin Brynleif Askildsen ongantíð fer at gloyma. Tað var nevniliga hann, ið átti neistan, sum elvdi til stóra eldsbrunan. Minnið frá hesum degnum hevur plágað hann líka síðan, men nú hevur hann valt at bróta tøgnina við at fortelja sína søgu um óhepnu misskiljingina, sum ikki kundi verið øðrvísi.

– Tað hevur tikið mær langa tíð at gera av, um eg skal fortelja mína søgu ella ikki. Men eg føli ein stóran tørv á at fortelja um hesi tingini, sum eg havi sitið innibrendur við øll hesi árini. Eg ivist ikki í, at mínir gomlu arbeiðskammeratar føla tað sama og hugsa: “Ja, hetta er okkara søga”, tá teir lesa hesa greinina. Tí hatta var eitt stórt sjokk fyri allar, sigur ein avgjørdur Brynleif Askildsen, sum nú er til reiðar at taka okkum 32 ár aftur í tíðina til óhugnaliga dagin á Velbastaðvegnum.

Ein neisti verður til stóran eld

Tað er 21. januar 1988, og kavin hevur lagt seg um alla Havnina hendan hósmorgun. 17 ára gamli Brynleif Askildsen fer við góðum treysti til arbeiðis í framkomna verkstaðnum hjá Bilfríðkan, har hann hevur verið í læru sum bilmekanikari í gott og væl eitt ár.

Fyrsta uppgávan hjá Brynleifi í dag er at skera ein skerm av einum bili við vinkulslípara. Bilurin stendur mitt á einari breiðari rennu, sum gongur gjøgnum alt verkstaðið. Brynleif fer í gongd, men aftaná eina løtu spyr hann ein eldri lærling um vegleiðing. Gamaní, og teir lyfta so bilin upp við einari dynkraft, so royndi lærlingurin betur kann greiða Brynleifi frá, hvussu hann skal bera seg at. 

Nú er klárt hjá Brynleifi at fara og skera, og hann letur seg í trygdarhjálmin. Í tí sama hann byrjar, gevur vinkulslíparin ein neista frá sær, og áðrenn hann veit av, logar ein flamma í einari mannshædd í ristini tvørtur um alt verkstaðið.

– Eg fekk eitt ekstremt sjokk. Eg kundi beinanvegin staðfesta, at tað var mín skyld, minnist Brynleif Askildsen aftur á.

##med2##

Flýggja frá eldinum

Brynleif og eldri lærlingurin renna eftir brandslanguni, sum hongur á vegginum. Har er ikki skúm í, men vatn. Teir royna at spula, men finna skjótt út av, at teir ikki eru harrar yvir eldinum. Ógvusliga flamman letur ikki við seg koma, men breiðir seg bara fyri hvørt sekund.

Fyri at bjarga bilunum, sum standa inni í verkstaðnum, verður avgerð tikin um at lata garasjuhurðina upp fyri so at koyra bilarnar út. Tað skuldu teir ikki havt gjørt. Tí tað at hurðin fer upp ger, at ilt kemur til, soleiðis at eldurin sleppur at breiða seg enn meira. 

Nú eru góð ráð dýr, og arbeiðsmenninir ásanna, at verkstaðið ikki stendur til at bjarga. Teir mugu heldur bjarga sær sjálvum og tí flýggja allir út gjøgnum neyðdyrnar og út í kavan, haðani teir síggja sítt arbeiðspláss umforma seg til eitt eldhav.

– Vit hugdu inn og sóðu bilarnar brenna og bensintangarnar bresta. Tað var ræðuliga ógvusligt fyri okkum, sum vóru ungir tá, sigur Brynleif.

Sproytikabinan

Men ein maður er ikki komin út úr verkstaðnum enn. Hesin stendur inni í sproytikabinuni og lakkerar, og hann hvørki hoyrir ella sær nakað til nakran eld, tí tað larmar so illa í kabinuni. Knappliga sløknar ljósið, og tá hann vendir sær móti rútinum til verkstaðið, raknar hann við.

Ein neyðhurð er í kabinuni, men hon er stongd. Lukkutíð hevur hann fingið lykil nakrar dagar frammanundan, og tí sleppur hann út gjøgnum neyðhurðina.

– Eg hugsaði nógv um hetta tá, og hetta er nakað, sum eg havi havt á samvitskuni. Tí um hann ikki hevði fingið lykilin og bleiv brendur inni, so hevði tað verið mín skyld, sigur Brynleif Askildsen. 

##med3##

Misskiljing við Sløkkiliðið

Sløkkiliðið kemur á staðið, men tað vísir seg, at onkur misskiljing er komin fyri við fráboðanini um eldin í Bilfríðkan. Brandstøðin hevði skilt fráboðanina sum, at tað bara var eldur í einum bili í Bilfríðkan - og ikki í øllum bygninginum. Tá átaksleiðarin sær stóra bálið, sær hann, at meira fólk má innkallast umgangandi. 

Tað gongur av góðum grundum tí ein góð løta, áðrenn full manning kemur á staðið. Men tá er ov seint, tí tá stendur alt í ljósum loga. Alt verður kolað upp, og tað eru so at siga bara veggirnir í bygninginum, sum standa eftir.

Bensin lak í rennuna

Einasti tankin, sum melur í høvdinum hjá unga Brynleifi Askildsen allan hendan dagin, er: "Hvat havi eg gjørt?". Hann hugsar ikki um annað og skilir ikki, hvussu hann við sínum vinkulslípara gjørdi, at eldur kom í alt verkstaðið so knappliga.

Men dagin eftir hendir nakað, sum setir tingini í perspektiv, soleiðis at hann skilir støðuna betur. Telefonin ringir. Tað er ein annar frá verkstaðnum, og hann fortelur, at hann dagin fyri eldin hevði arbeitt uppá hendan bilin, sum Brynleif skuldi skera í við vinkulslíparanum. Viðkomandi hevði tikið eina pumpu úr bensintanganum uttan at lappa fyri aftur, soleiðis at hol var í tanganum.

Bensin var tí runnið úr tanganum og niður í rennuna, uttan at lærlingarnir báðir, sum lyftu bilin upp við dynkraft, vistu av nøkrum. Rennan var tí full av bensini og øðrum veskum, sum vísti seg at vera sera eldfimt.

– Eg gav neistan

Tað var gott fyri Brynleif at fáa greiðu á, hví eldur so knappliga kom í. Men hann er allíkavæl ongantíð ordiliga komin víðari frá sjokkinum, hann fekk í verkstaðnum fyri 32 árum síðani. Serliga er tað ein ávís skuldarkensla, sum hevur plágað hann.

– Fakta var bara tað, at tað var eg, sum gav neistan. Tað er her, ábyrgdarkenslan kemur inn, og hetta havi eg tugt uppá øll hesi árini. Líka síðan handan dagin havi eg hugsað, hvat eg kundi havt gjørt øðrvísi, fyri at har ikki skuldi koma eldur í, sigur Brynleif Askildsen, sum ikki dylir fyri, at hetta er eitt eymt evni hjá honum at tosa um.

Brent barn ræðist eld, sigur orðatakið - og hesum kennir Brynleif seg aftur í.

– Um eg skal siga tað beint út, so ræðist eg eld sum fanan sjálvan í dag. Eldur er ikki til at spæla við. Sjálvt um tað eru meira enn 30 ár síðani, so kann eg gott vakna upp um náttina og síggja hetta stóra bálið fyri mær enn, sigur hann.

– Tað er hetta sjokkið, sum situr fast í mær.

"Tað er ikki tín skyld"

Starvsfelagarnir hjá Brynleifi royndu at stuðla honum, so hann ikki skuldi lata eldsbrunan ávirka seg.

– Allir søgdu við meg, at eingin okkara kundi gjørt nakað øðrvísi. Hatta var ein óheppin støða, hent er hent, og hatta er farið. Og stjórin hjá mær hevur ongantíð brígslað mær nakað viðvíkjandi eldsbrunanum. Hann hevur altíð sagt, at eg ikki skuldi spekulera uppá tað, sigur Brynleif Askildsen. 

##med4##

Vil bróta tøgnina

Í roynd og veru hevur Brynleif ongantíð ordiliga tosað um hendingina í Bilfríðkan í smálutir áður. Tað hevur í staðin bara verið meira yvirskipað tos. 

– Tað er klassiskt føroyskt, at vit ikki tosa um tingini, heldur hann.

Men tað hevur stóran týdning at seta orð á sínar traumatisku upplivingar, meinar Brynleif. 

– Tá mann tosar um tað, so fær mann tað út, og tað hjálpir at viðgera tað. Í dag hevði eg ivaleyst fingið hjálp frá sálarfrøðingi til at tosa um tað, men tað havi eg ongantíð fingið. Tíbetur havi eg havt gott fólk rundan um meg, sum hava stuðlað mær, klappað mær á ryggin og hjálpt mær at komið víðari, sigur Brynleif Askildsen.

Hóast bálið á Bilfríðkan var ein ógvuslig uppliving fyri Brynleif Askildsen, so hevur tað ikki rætt hann burtur frá yrkinum sum bilmekanikari. Hann hevur í fleiri ár havt egið verkstað, og í dag arbeiðir hann fyri seg sjálvan.

Bilfríðkan helt fram

Eldsbrunin var eitt øgiligt bakkast fyritøkuna. Men hetta var tó ikki endin á Bilfríðkan, tí avgerð varð beinanvegin tikin um at byggja alt upp aftur. Har var ein bygningur við síðuna av, sum eldur ikki kom í, og her koyrdu teir víðari eina viku aftaná. Samstundis varð gamli bygningurin bygdur upp aftur á nýggjum, og hesin stóð klárur eitt ár seinni.

Bilfríðkan helt fram líka inntil 2004, tá fyritøkan varð seld til Nordcar.

Søgan um Bilfríðkan hevur lært okkum nógv, og í dag fyribyrgir mann, at slíkar vanlukkur skulu henda. Tað ger mann eitt nú við at hava skúm í brandslanguni, og tað er ikki longur loyvt at hava so breiðar rennur, sum vóru í Bilfríðkan tá.