Ein dagur til kvinnustríðið

Hann er her á hvørjum ári. Dagurin, ið setur sjóneykuna á kvinnuna

Hann er her á hvørjum ári. Dagurin, ið setur sjóneykuna á kvinnuna. Summi vilja vera við, at tað í 2020 er óneyðugt, at ein slíkur dagur verður hildin, tí vit í dagsins samfelag hava rokkið javnrættindum. Einki er at stríðast fyri. Onnur halda, at hóast vit eru komin langt í stríðnum um javnrættindi, so er málið ikki nátt enn.

Í 1975 lýsti ST altjóða kvinnudagurin at vera 8. mars. Dagurin verður hildin bæði her í Føroyum og fleiri aðra staðni kring heimin við.

Tað var tó í yvirlýsing á stórum kvinnufundi longu í í 1910, at Socialistisk internationale í Keypmannahavn legði fram, at ein dagur atti at verða settur av til kvinnuna.

Har varð millum annað lagt fram, at hesin kvinnudagurin skuldi brúkast til at virka fyri valrætti hjá kvinnum. Kommunistiska internationale fastlegði endaliga 8. mars at vera altjóða kvinnudag í 1921, men hann varð tá í høvuðsheitum hildin, sum kvinnudagur fyri sosialistisku rørsluna, har borgarligu kvinnurørslurnar ikki luttóku.

Eftir seinna veraldarbardaga varð lítið gjørt burturúr degnum, men í 1974 varð siðurin uppaftur tikin av kvinnurørsluni, og dagurin varð síðani av ST lýstur at vera altjóða kvinnustríðsdagur í 1975: 

Á temasíðunum hesa vikuna seta vit sjóneykuna á hendan dagin og um, hvørt tørvur er á honum í 2020.

Kvinnur á tingi í 42 ár

Fyri 105 árum síðani, í 1915, fingu kvinnur og ognarleysir menn valrætt, tá grundlógvin varð broytt og uppskot varð lagt fram í Løgtinginum um, at broytingin eisini skuldi fevna um Føroyar.

Tá sótu bæði prestur og danskur amtmaður í Løgtinginum, sum eisni kundu leggja uppskot fram, og tað var danski amtmaðurin, ið legði júst hetta uppskotið fram. Tað skapti nakað av mótstøðu í Løgtinginum. Sjálvstýrisflokkurin helt millum annað ikki, at hendan broytingin at kvinnur skuldu fáa valrætt var ein nóg stór broyting til at broyta grundlógina. Tí skutu teir upp, at aðrar broytingar eisini skuldu fremjast.

Í 1928 stillaði fyrsta føroyska kvinnan, Hansine Hansen, upp til løgtingavalið. Hon stillaði upp fyri Sambandsflokkin, men hon varð ikki vald á ting. Í 1964 kom Malla Samuelsen í Sjálvstýrisflokkinum inn á ting sum varaumboð, men sat hon bara eitt stutt skifti.

í 1978 – fimmti ár eftir, at kvinnur fingu valrætt – vóru tvær kvinnur valdar á ting. Onnur var Jona Henriksen fyri Javnaðarflokkin, og hon sat til 1980. Hon sat tó sum varalimur til 1988. Hin var Karin Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum. Karin Kjølbro sat á tingi til 1990.

Í 1980 varð fyrsta kvinnan vald til landsstýrisfólk. Tað var Jóngerð Purkhús, sum varð tilnevnd landsstýriskvinna í fíggjar- og umhvørvismálum.

í 1993 varð fyrsta – og higartil einasta – føroyski kvinnuligi løgmaður vald. Tað var Marita Petersen, sum bert sat í sessinum í eitt ár. Marita Petersen var løgmaður frá januar 1993 til september 1994. Aftaná valið í 1994 varð Marita Petersen eisini sum fyrsta kvinnan vald sum løgtingsformaður.

Frá tí at fyrstu kvinnurnar vórðu valdar í Løgtingið fyri 42 árum síðani eru 28 kvinnur valdar beinleiðis inn í Føroya Løgting. 

 

Politiska skipanin gjørd til menninar

Á fyrilestri í Norðurlandahúsinum týsdagin undir heitinum kvinnur sum tingmenn, segði 24 ára gamla løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi, Hervør Pásdóttir, millum annað at politikkur ikki er gjørdur til kvinnur og familjulívið.

Hon vísti millum annað á, at tøl frá mannarættindastovninum í Danmark vísa, at kvinnur eru fýra ferðir so ofta fyri seksuellum ágangi á netinum, hóttanum, drápshóttanum og hóttanum um neyðtøku, tá tær luttaka í almennum kjaki ella verða politikarar, enn menn eru.

– Tað er keðilig politisk mentan, sum kanska ger, at kvinnur halda seg aftur, sigur Hervør Pálsdóttir.

Kvinnur hava heldur ikki so langa søgu í føroyskum politikki, og tí er ikki so vanligt at kvinnur stilla upp ella hava fyrimyndir í føroyskum politikki, greiddi hon frá.

Eisini setti hon spurnartekin við, um flokkarnir gera nóg stórt arbeiði fyri at fáa kvinnur á listanar, og um tær síðani fáa nóg mikið av miðlatíð, tá tær eru komnar á listarnar. 

Tað fylgir ein óvissa við, tá man síðani hevur valt at still upp í politikki.

–Liggur tað fyri at seta fimm vikur av til at føra valstríð í, og hevur tú fíggjarligu karmarnar til tað. Vilt tú útseta teg og familju tína fyri at vera illa viðfarin í miðlunum og taka tann ágangin, sum fylgir við, spyr hon. Tú veitst heldur ikki, um tú verður vald, leggur hon aftrat. 

Tað er ikki bert ágangurin, ið hevur ávirkan á, um kvinnur velja politiska lívið. Hervør Pálsdóttir vísti á, at tað er nógv annað, ið eisini ger seg galdandi. Her ímillum tað, at arbeiðsmarknaðurin ikki er innrættaður til barnafamiljur, tí tað er oftast eru kvinnurnar, sum taka sjúkradagar, tá børnini gerast sjúk ella fara niður í arbeiðstíð, tí tær eisini ynskja at raðfesta familjulívið.

– Løgtingsarbeiði er ikki innrættað til familjulívið. Arbeiðstíðirnar eru skeivar. Vit vita ikki altíð, nær vit skulu til arbeiðis, ella hvussu leingi vit skulu vera til arbeiðis.

Tað er tí torført arbeiði at hava, tá tú hevur smábørn, tí tað er torført at innrætta ein virðiliga gerandisdag fyri børnini, staðfestir hon.

– Tað eru ov stórir váðar og mótstøða í mun til fyrimunir, leggur hon aftrat.