Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan steðgaði gjáramorgunin einum bili, har førarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Beint eftir klokkan 10 í gjáramorgunin steðgaði løgreglan í Havn einum bili, har tey mettu, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.

Tá hann blásti í alkoholmátaran hjá løgregluni, vísti tað seg, at tað fór upp um tað loyvda promillumarkið. Hann varð tí handtikin, blóðroynd varð tikin og so varð hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Beint fyri klokkan 13 í gjár fór ein brandalarmur í gongd á einum sambýli í Runavík. Men har var tíbetur eingin eldur. Syndarin var ein steik í ovninum, sum hevði givið so mikið nógvan royk, at tað ávirkaði roykávaringarskipanina.

Um eldin í pisshúsinum í Mylnugøtu í Havn, sum eldur kom í leygardagin, sigur vakthavandi á politistøðini, at brandteknikarin hjá føroyska politinum fer at kanna staðið í dag. Hann skal so taka støðu til, um neyðugt verður at senda boð eftir serfrøðingum frá donsku løgregluni.