– Ein viðurkenning av mínum evnum

Stuttfilmurin Ikki illa meint hjá Andriasi Høgenni vann í gjár Robert virðisløn fyri Ársins stuttfilm hjá danska filmsakademinum

Andrias Høgenni vann í gjár ein Robert frá danska Filmsakademiinum fyri stutfilmin Ikki illa meint. Við Robert virðirslønini í skjáttuni metir Andrias Høgenni, at hetta kann tryggja framburð, nú hann er í gongd við aðrari filmsverkætlan, umframt at tað er ein greiður sigur fyri føroyska filmsumhvørvið.

– Fyrst og fremst síggi eg tað sum eitt herðaklapp til tað føroyska filmsumhvørvið. Og eg síggi tað sum prógv uppá, at tað ber til at gera føroyskar søgur uttan at brúka føroysku náttúruna sum krykkur. Mest av øllum eri eg takksamur fyri, at eg havi havt so gott filmslið og góðar leikarar við - Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin, sum hava borið filmin.

– Hetta merkir, at nú er eitt momentum, sum eg vóni at kunna nýta til spælifilmin, sum eg eri í gongd við. Og eg síggi hetta sum eitt blástempul av mínum evnum sum leikstjóri, og eg vóni, at hetta kann leggja lunnar undir víðari verkætlanir.

 

Andrias Høgenni var sjálvur til staðar í Tivoli Hotel- og Kongrescenter saman við Sissal Drews Hjaltalin til handanina í gjár.

– Tað var ordiliga stuttligt og ordiliga løgið. Eg fekk eina kenslu av, at stuttfilmar liggja nokk so langt niðri í hierarkinum í mun til spælifimarnar. Tá stuttfilmarnir skuldu kunngerast, var eitt filmslið og filmaði eitt av hinum borðinum, sum hevði ein stuttfilm nomineraðan. So vit hildu bara, at tey fóru at vinna, og vit hildu bara fram at eta matin. So varð Ikki illa meint nevndur, og vit máttu skundu okkum á pallin við einari desperatari vón, at eingin matur var komin á skjúrtuna.

Tá spurdur um, hvussu vónirnar vóru undan kvøldinum, sigur Andrias Høgenni, at hann hevði ikki væntað at vinna.

– Skal eg vera heilt erligur, so hevði eg ikki tær størstu vónirnar. Sjálvt um eg eri ordiliga glaður fyri filmin hjá okkum, so var kappingin hørð. Fleiri av filmunum hava vunnið á øðrum festivalum og vóru frá Filmsskúlanum, so hetta var ikki væntað.

Kvøldið bjóðaði upp á stuttligar og minnisverdar løtur, sigur Andrias Høgenni, sum hevði nervarnar uttan á klæðunum.

– Tú ert allatíð umgivin av fólkum, og tú ert allatíð bangin fyri at siga okkurt býtt. Upp á eitt tíðspunkt kom eg til at rósa einum leikara fyri ein film, sum hann ikki hevði gjørt. Tíbetur hevði hann beint frammanundan róst meg fyri ein íslendskan film.

– Eitt tað stuttligasta var at síggja Sissal Drews Hjaltalin fáa eitt klemm frá Trine Dyrholm. At síggja hana verða rósta, tað var nokk hæddarpunktið.