Einasti góðkendi verkstaður - til umvælingar av Audi, VW og Skoda  

Bilasølan í Hoyvík er ein av stóru bilafyritøkunum í landinum við bilasølu, góðkendum verkstaði, eykalutaheilsølu og útleigan av bilum.

- Bilar verða einans umvældir við upprunadeilum frá Volkswagen Group, tí tað tryggjar kundanum, at bilurin altíð fær røttu deilirnar, tá hann verður umvældur á Bilasøluni við Vegin Langa 43 í Hoyvík.

Fyritøkan heldur til við Vegin Langa 43, í Hoyvík, og verkstaðurin hjá Bilasøluni er einasti góðkendi verkstaður í Føroyum fyri bilmerkini hjá stóru týsku bilaverksmiðjuni, Volkswagen Group.

 

Hetta merkir, at mekanikararnir á verkstaðnum eru serútbúnir til at umvæla Audi, VW og Skoda og hava atgongd til øll seramboð og tól, sum krevjast til at umvæla hesi bilamerkir. 

 

Við dugnaligum starvsfólki og drúgvu starvsroyndum teirra tryggjar Bilasølan við Vegin Langa eina professionella og fyrstafloks tænastu, tá bilurin hevur tørv á viðlíkahaldi ella umvæling.

Er talan um garantiumvælingar ella aðrar dagføringar, er Bilasølan einasti góðkendi verkstaður í landinum, sum kann loysa hesar uppgávur fyri Audi, VW og Skoda vegna Volkswagen Group.

 

Hetta tryggjar føroysku eigarunum av Audi, VW ella Skoda, at tað altíð er eitt stað at fara, har tey kunnu fáa bilin viðlíkahildnan og umvældan av einum góðkendum verkstaði, har fólkið er skúlað og hevur serførleikar til hesi trý bilmerkini, og arbeitt verður eftir reglum frá bilaverksmiðjuni í Týsklandi.

 

Góðkent verkstað til umvæling av battaríum og elbilum 

 

Sølan av elbilum er nógv økt seinastu árini, og Bilasølan við Vegin Langa í Hoyvík hevur eitt stórt úrval av elbilum frá Audi, VW og Skoda.

 

- Økta sølan av elbilum ger, at verkstaðurin hevur fingið sær góðkenning til at umvæla battaríir. Starvsfólkini hava førleikament og sertifiserað seg innan økið, og Bilasølan hevur fingið seramboð til at loysa slíkar uppgávur við, sigur Dávur Johansen, verkstaðsleiðari.

 

Á søludeildini hevur Bilasølan til eina og hvørja tíð eitt stórt úrval av nýggjum og brúktum Audi, VW og Skoda á goymslu.

 

Eyðstein Zachariasen søluleiðari sigur, at verkstaðurin er av størsta týdning fyri Bilasøluna, tí hann tryggjar kundunum eina professionella tænastu, tá tørvur er á viðlíkahaldi ella umvæling.

 

- Hetta saman við okkara dugnaliga fólki í kundasentrinum tryggjar okkara kundum eina skjóta og góða tænastu, leggur søluleiðarin aftrat.

 

Otto Andreasen, leiðari fyri eykalutaheilsøluni, viðmerkir at enda:

 

- Bilar verða einans umvældir við upprunadeilum frá Volkswagen Group, tí tað tryggjar kundanum, at bilurin altíð fær røttu deilirnar, tá hann verður umvældur á Bilasøluni við Vegin Langa 43 í Hoyvík, sigur Otto Andreasen.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

- Bilar verða einans umvældir við upprunadeilum frá Volkswagen Group, tí tað tryggjar kundanum, at bilurin altíð fær røttu deilirnar, tá hann verður umvældur á Bilasøluni við Vegin Langa 43 í Hoyvík.