Soleiðis, sum vit frættu seint í gjárkvøldið, læt ein av manningini umborð á Glyvursnesi hjá Smyril Line lív, meðan skipið lá við bryggju í Hirtshals.
Tveir aðrir av manningini eru á sjúkrahúsi, har støðan hjá tí eina varð søgd av vera lívshættislig, meðan hin triði, sum er 19 ára gamal, er innlagdur við roykeitran.
Tað var ein spreinging í maskinrúminum umborð á Glyvursnesi, og eldur kom í, men tað eydnaðist seinni at sløkkja eldin. Glyvursnes kom til Hirtshals fyrrapartin hósdagin, tá skipið kom úr Íslandi.
Vaktleiðarin hjá Nordjyllands Politi, Jesper Sørensen, segði tíðliga í morgun við Nordjyske, at maðurin, sum læt lív, er 34 ára gamal og maðurin, sum nú er til viðgerðar á Ríkissjúkahúsinum fyri brunasár og er lagdur í koma, er 47 ára gamal.
Nordjyske veit at siga, at orsøkin til eldin framvegis er ókend. Løgregla og brunateknikarar eru eisini í dag umborð á Glyvursnesi, og arbeitt verður saman við Sjóferðslustýrinum fyri at finna út av orsøkini til eldin.
Danska heimasíðan sigur, at Sjóferðslustýrið afturheldur skipið, meðan kanningarnar fara fram.
- Hetta er ein syrgilig vanlukka, sum vit taka í stórum álvara, sigur Sjóferðslustýrið.
Nú verður eftirlit og tekniskar kanningar gjørdar umborð í skipinum, og kannað verður eisini, um skipið er siglingarført, soleiðis sum støðan er.
Sjóferðslustýrið sigur í telduposti við Nordjyske, at tey eisini arbeiða saman við føroysku sjóferðslumyndugleikunum í málinum.
- Maritima Skaðanevndin stendur aftanfyri kanningarnar, sum verða gjørdar umborð, og tá kanningarnar eru lidnar, verður støða tikin til, um galdandi reglur eru yvirhildnar.
Sjóferðslustýrið sigur, at tá hetta arbeiðið er liðugt, og mett hevur verið um úrslitið av kanningunum, verður eisini støða tikin til, hvat víðari skal henda - og um nakar møguliga skal ábyrgdast.
- Í løtuni kunnu vit einki siga um, nær kanningarnar og niðurstøðurnar verða lidnar, sigur Sjóferðslustýrið í telduposti við Nordjyske í morgun.