Norðurkorea hevur sent í minsta lagi eina ballistiska rakett yvir sítt eystara havøki. Tað sigur suðurkoreanska verjan í nátt.
Einki verður sagt um, hvussu nógvar rakettir talan er um - ei heldur, hvussu langt rakettirnar fóru.
Uppskjótingin hjá Norðurkorea fór fram júst, meðan amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, var á vitjan í Seoul.
- Her hevur Antony Blinken tosað við sínar suðurkoreansku sameindu um norðurkoreansku kjarnorkuhóttanina og um onnur viðurskifti.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í nátt.