Eftir bygdaráðsfund í Hvalbiar kommunu í gjár er nú endaliga greitt, at tað verður eingin kommunusamanlegging millum kommunur í Suðuroy á hesum sinni.
Hin 15. juni var vegleiðandi fólkaatkvøða í Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu um møguliga samanlegging millum báðar kommunurnar.
Í Tvøroyrar kommunu var stórur meiriluti fyri samanlegging, men soleiðis var ikki í Hvalbiar kommunu, har ein meiriluti var ímóti samanlegging.
Á bygdaráðsfundi í gjár viðgjørdu tey í Hvalbiar kommunu úrslitið av fólkaatkvøðuni, og eftir henda fundin er greitt, at eingin samanlegging verður á hesum sinni.
Tað veit www.dimma.fo, sum fylgdi fundinum í Hvalba, at siga.
Fimm av teimum sjey bygdaráðslimunum í Hvalbiar kommunu vóru fyri at taka úrslitið av fólkaatkvøðuni til eftirtektar.
- Bygdaráðslimurin, Niels Olaf Eyvindsson, førdi fram, at gongdin í Hvalbiar kommunu er heilt vanlukkulig, og eitt nú fellur barnatalið í stórum.
Dimma endurgevur Niels Olaf fyri at siga, at kommunan er á veg út av eggini, sum hann tók til, og her vísti hann á, at skúlin í bygdini fer mest sum í søguna um heilt fá ár.
Tí helt hann, at kommunurnar - hóast úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni - skulu leggja saman fyri at bjarga kommununi, sum hann tók til.
Ein annar bygdaráðslimur, Martin í Nesi, vísti á, at tað er sera átrokandi at fáa ein eldradepil í Hvalba, og hetta var eisini ein partur av semjuskjalinum millum kommunurnar.
##med2##
Martin tók sín egna pápa, sum er 98 ára gamal og illa fyri, sum dømi.
- Hann sleppur ikki inn nakrastaðni. Tá tú ikki sleppur inn sum 98 ára gamal, sigur tað øllum, hvussu ring støðan er á eldraøkinum, helt hann fyri.
Martin í Nesi helt, at hetta eftir hansara tykki eisini er ein orsøk til, at kommunurnar skuldu verið lagdar saman alt fyri eitt, so sjøtul kann setast á ein eldradepil.
Men, nú hevur so bygdaráðsfundurin verið í Hvalbiar kommunu, sum bíðað hevur verið í spenningi eftir, og eftir fundin er greitt, at her verður eingin samanlegging á hesum sinni.