Eingin staðbundin nevnd vald í Hesti

Orsøkin til at einki val var til staðbundna nevnd í Hesti hesaferð var, at eingin listi varð gjørdur

Tey sum sóu úrslitini av valinum til staðbundnu nevndirnar hjá bygdunum í Tórshavnar kommunu varnaðust kanska, at einki úrslit var fyri staðbundnu nevndina fyri Hesti. Men hetta er ikki tí, at kommunan hevur gloymt, at ein nevnd skal veljast har.

– Orsøkin er, at tað kom eingin listi inn til staðbundnu nevndina í Hesti, sigur Jóan Petur Hentze, sum er kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

Hann sigur, at tað er ikki greitt, hvat víðari skal henda. Men tá allar freistir vóru farnar, tá var eingin listi komin við valevnum til staðbundnu nevndina í Hesti.

Staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu eru fyri bygdirnar. Nevndirnar eru seks í tali:

 

  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kirkjubø/Velbastað
  • Kollafjørð
  • Nólsoy
  • Hest

 

Valið fer fram samstundis sum kommunuvalið fer fram, og tær fimm nevndirnar eru mannaðar. Men eingin nevnd er vald fyri Hest.

– Vit vita ikki reiðiliga, hvussu vit skulu gera við tað, vit hava ikki tosað um tað enn, sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Havn.

Hann sigur, at ein møguleiki er, at ein roynd verður gjørd afturat, ella at fleiri borgarafundir verða hildnir í Hesti.

Staðbundnu nevndirnar koma á fund við býráðið á Vaglinum í Havn einar fýra ferðir um árið. Men so verða eisini borgarafundir hildnir í bygdunum. 

Men enn er so ikki greitt, hvør lagnan verður við staðbundnu nevndini í Hesti hesaferð.