Heldur ikki í kvøld fingu tey valt borgarstjóra í Vági

Í kvøld vantaðu umboð úr Javnaðarflokkinum á fundi, ið tessvegna vardi ein minutt.

Mynd: D. Olsen

Aftur í kvøld kl. 18 var kallað saman til býráðsfund í Vági, har ætlanin var at velja borgarstjóra.

 

Men býráðið skal vera fullmannað, fyri at borgarstjóri kann veljast, so heldur ikki í kvøld var stórvegis at gera.

 

Tað var annars mánakvøldið, at kallað var til býráðsfund. Men tá møttu bert umboð fyri Tjóðveldi og Bjarni Johansen, sitandi borgarstjóri fyri Javnaðarflokkin.

 

Annars var innan hetta avtala gjørd millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at samstarva næstu 4 árini við Levi Mørk, ið fekk flestar persónligar atkvøður á kommunuvalinum í Vági, sum borgarstjóra.

 

Men mánadagin kom fram, at Bjarni Johansen og Tjóðveldi ætlaðu at kasta saman. Hetta kom óvart á javnaðarumboð og sambandsumboð, og tey møttu ikki á fundinum mánakvøldið.

 

Í kvøld møttu Bjarni Johansen, og umboð fyri Tjóðveldi og umboð fyri Sambandsflokkin. Fyri Sambandsflokkin møttu Marin Gaardlykke og Meinhard Edmund Vestureið, ið er varamaður fyri Sambandsflokkin. Hann er triði varamaður, so hvørki fyrsti, ella annar varamaður fekk møtt.

 

Arni Brattaberg úr Tjóðveldi, er fyrst valdur býráðslimur í Vági á listanum, ið fekk flestar atkvøður, so tað er hann, sum kallar býráðið saman at velja borgarstjóra. Hann kundi bert staðfesta, at ikki bar til at velja borgarstjóra, tí Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, umboð fyri Javnaðarflokkin, ikki møttu á fundi, og tí kundi Arni Brattaberg bert takka fyri aftaná ein minutt, og siga, at fundur var lokin.

 

Eftir at tað gjørdist greitt, at semjan millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, har Levi Mørk skuldi vera botgarstjóri, varð av ongum, tí Bjarni Johansen, umboð fyri Javnaðarflokkin og sitandi borgarstjóri, kastaði saman við Tjóðveldi, har Bjarni Johansen í hesum samstarvinum kundi halda fram sum borgarstjóri, hevur fløkja tikið seg upp.

 

Men greitt er, at málið sambært lóg skal avgreiðast innan árslok.

 

 

 

Les eisini:

 

in.fo - fyrst og fremst

 

 

 

Mynd: D. Olsen