Tórshavnar Sløkkikið arbeiðir í løtuni niðri á Eystaru Bryggju í Havn við at sløkkja eld í einum goymslubygningi.
Talan er um ein bygning hjá Faroe Ship.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar, at eldur hevur verið í, og at sløkkiliðið framvegis er á staðnum.
At síggja til er eldurin nú undir eftirliti, men ivi er um, hvørt tað møguliga brennur millum skins og hold.
Í løtuni veit løgreglan ikki stórvegis at siga um hendingina, men lagt verður aftrat, at sløkkiliðið framvegis er á staðnum.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, er tíbetur eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin.
##med2##
Soleiðis, sum myndin vísir, hevur eystari skjøldurin á bygninginum fingið skaða.
Lesið eisini https://www.in.fo/news-detail/eldur-i-faroe-ship-gera-avhoyringar-i-dag
.