EM24: Klæmint brast donsku ballónina

EM24: Danmark skal hava luft í ballónina aftur

Klæmint A. Olsen prikaði hol á donsku ballónina, tá hann skoraði í Parkini í novembur 2021. Danmark hevði fáar mánaðir frammanundan vunnið seg í hálvfinaluna í EM, men tapti fyri Onglandi. Í undankappingini til HM í Katar, sum yvirlappaði við útsetta EM-endaspælið, ið var flutt frá 2020 til 2021, hevði Danmark ikki latið mál inn ella tapt, tá Føroyar komu á vitjan.

 

Danmark vann 3-1, men tapti dystin eftir. Tað gekk einki serligt til HM í Katar, har Danmark tapti fyri Avstralia í 1/8-finalunum. Síðani hevur verið eitt ávíst trýst á Kasper Hjulmand, sum hevur verið fyri ákoyringum, tí úrslitini ikki hava verið góð.

 

Stamman á liðnum eldist og stjørnan hjá Christiani Eriksen fánar so hvørt. Spælarar sum Thomas Delaney, Pierre-Emile Højbjerg, Yussuf Poulsen, Kasper Schmeichel og Simon Kjær hava verið berandi kreftir, men teir hava allir toppað.

 

Danmark hevur fleiri spælarar, sum eru í góðum aldri og toppa í løtuni. Her kunnu nevnast Andreas Christensen (FC Barcelona), Joakim Mæhle (Wolfsburg), Joachim Andersen (Crystal Palace), Mads Røerslev (Brentford), Mathias Jensen (Brentford) og Mikkel Damsgaard (Brentford).

 

Teir ungu og framfrýsnu spælararnir eru Gustav Isaksen (Lazio), Mohamed Daramy (Reims) og Rasmus Højlund (Manchester United).

 

Stjørnuspælarin er Rasmus Højlund. 21 ára gamli áleyparin hevur tikið eitt stórt lop frá Atalanta til Manchester United. Tað hevur ikki bara gingið væl, men tá hann byrjaði at skjóta mál, sást tú hví Erik ten Haag vildi hava hann til Premier League. Tað eru aðrir týðandi spælarar í hópinum, men nú er Rasmus stjørnan.

 

Kasper Hjulmand sigst hava fullan stuðul millum spælararnar, men hann hevur ikki fullan stuðul millum viðhaldsfólkini og viðmerkjarar. Danmark kann koma langt, men tað krevur, at teir eldru spælararnir vísa sítt virði og at stemningurin kring liðið er góður. Tað stendur millum Danmark og Serbia at koma víðari saman við Onglandi.

 

Føroyar hava so seint sum í mars mánaði spælt móti Danmark í venjingardysti. Vit taptu 2-0. Vit hava spælt samanlagt sjey dystir og tapt allar. Minniligastu dystirnir eru nokk 4-1 (1990) og 3-1 (2021) tapini í Parkini og 1-0 ósigurin á Tórsvølli frammanfyri fimm túsund áskoðarum.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Kasper Schmeichel (Anderlecht)

 

Frederik Rønnow (Union Berlin)

 

Mads Hermansen (Leicester)

 

Verjuspælarar:

 

Andreas Christensen (Barcelona)

 

Simon Kjær (Milan)

 

Jannik Vestergaard (Leicester)

 

Joachim Andersen (Crystal Palace)

 

Mathias 'Zanka' Jørgensen (Brentford)

 

Joakim Mæhle (Wolfsburg)

 

Victor Kristiansen (Bologna)

 

Alexander Bah (Benfica)

 

Rasmus Nissen Kristensen (Leeds)

 

Miðvallarar:

 

Christian Eriksen (Manchester United)

 

Thomas Delaney (Anderlecht)

 

Pierre-Emile Højbjerg (Tottenham)

 

Mathias Jensen (Brentford)

 

Christian Nørgaard (Brentford)

 

Morten Hjulmand (Sporting Lissabon)

 

Álop:

 

Rasmus Højlund (Manchester United)

 

Jonas Wind (Wolfsburg)

 

Andreas Skov Olsen (Club Brugge)

 

Anders Dreyer (Anderlecht)

 

Jacob Bruun Larsen (Burnley)

 

Yussuf Poulsen (RB Leipzig)

 

Mikkel Damsgaard (Brentford)

 

Kasper Dolberg (Anderlecht)

 

Venjari: Kasper Hjulmand (Danmark)