Dreymurin um eitt stórt danskt úrslit við evropameistaraskapin í fótbólti livir víðari eftir ein spennandi enda á bólkaspælinum.
Í kvøld fekk Danmark tað stigið, sum skuldi til í dystinum í móti Serbia, tá liðini spældu javnleik 0-0 í München. Stigabýtið tryggjar Danmark annaðplássið í bólkinum, tá Ongland og Slovenia samstundis spældu málleysan javnleik.
Tað merkir, at Danmark leygardagin skal spæla EM áttandapartsfinalu ímóti verttjóðini Týsklandi í Dormund. Har skal Danmark klára seg betri enn í dystinum ímóti Serbia fyri at kunna taka øll á bóli.
Javnleikurin í dag kom eftir tveir ymiskar hálvleikir, og tað var spenningur til tað síðsta, men Danmark megnaði at halda málið reint og vann seg soleiðis víðari.
/ritzau/