EM24: Christian Eriksen setir danskt landsdystarmet

Miðvallarin hjá Manchester United hevur nú spælt heili 133 landsdystir

Mynd: Scanpix

Dysturin á Allianz leikvøllinum í innleiðandi EM-bólki C millum Danmark og Serbia gjørdist søguligur frá fyrsta bríksli.

 

Christian Eriksen spælir í kvøld sín landsdyst nummar 133 fyri Danmark, ið er met.

 

Christian Eriksen tekur metið frá Simon Kjær, ið hevur leikt 132 landsdystir.

 

Simon Kjær tók í fjør heyst metið frá gomlu málmanslegenduni, Peter Schmeichel sum spældi 129 landsdystir.

 

HER eru 10 teir fremstu:

 

1. Christian Eriksen, 133.

 

2. Simon Kjær 132.

 

3. Peter Schmeichel, 129.

 

4. Dennis Rommedahl, 126.

 

5. Jon Dahl Tómasson, 112.

 

6. Thomas Helveg, 108.

 

7. Kasper Schmeichel, 104.

 

7. Michael Laudrup, 104.

 

8.  Martin Jørgensen, 102.

 

8. Morten Olsen, 102. 

 

 

 

Mynd: Scanpix