Esther Zachariasen 100 ár

Stór og hugnalig móttøka var í Oasuni í Hoyvík í gjár, nú Esther Zachariasen fyllir 100 ár

Esther er væl fyri og hópur av fóki nýttu høvið at heilsa uppá.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var ein av røðuhaldarunum. Hann hugleiddi eina løtu um teirra felags heimbygd, Trongisvág. Heðin mintist serliga væl pápa Esther, Carl á Brúgv – Carl Thorsteinsson – og kom sum smádrongur nógv inn á Húsgarð, har tey búðu.

 

##med7##

 

Heðin greiddi frá, at hetta var eitt heilt serligt pláss fyri smádreingir. Har helt tarvurin til, har var stóra eltornið, hagar kom kolið oman og haðani gekk vegurin til Hvalbiar. Nógvar rættir vóru har inni og tí nógvur seyður, harufelagið helt eisini til har omanfyri Húsgarð.

 

Borgarstjórin hugleiddi eisini um tað serliga náttúrupplivilsi, tað var at vera har inni, hetta at síggja Gluggarnar og Oyrnafjall og hini fjøllini – og so at síggja úteftir fjørðinum út á Tjaldavíkshólm. Hetta var eitt stórt náttúruupplivilsi og hetta var eitt paradís fyri smádreingir at koma til.

 

##med2##

Heðin Mortensen vísti eisini á, at Esther misti mammu sína, tá hon var 9 ára gomul av nátasjúku. Tað var ikki ókent har suðuri tá, og sjálvur misti Heðin ta einu ommuna, eisini av nátasjúku.

 

Esther kom sum ung til Havnar og hitti Tóra í Hesti. Heðin kendi væl Tóra og nevndi, at Tórur var  ein stórur og flottur fýrur – hann var tað mann kann kalla ein “altmuligmand”. Hann dugdi alt. Heðin mintist eisini, at hann smíðaði á verkstaðnum inni á gomlu Brandstøðini í Varðagøtu.

 

##med3##

 

Tey bygdu hús á trøðni ovast í Varðagøtu, sum nú hoyrir til Villingardalsvegin. Tey fingu fýra børn, Karin, Jónatan, Eyðun og Fríðu.

 

Borgarstjórin hevur havt nógv samstarv við Karin, sum hevur verið skúlastjóri í Kollafirði, og Fríðu hevur hann eisini havt nógv samstarv við.

 

Heðin hugleiddi eisini um serliga handilsumhvørvið í Vágsbotni og nevndi, at hóast Esther tók sær av fýra børnum, so rokaðist hon við nógv annað. Millum annað hevði hon høsnagarð og seldi egg og bakaði vaflur og kókaði kleynur, sum fólk kundu keypa niðri í handlinum hjá Andreas í Vágsbotni.

 

##med4##

 

Tóri og Esther høvdu stóra trøð har uppi, sum innkomuvegurin til Havnar nú fer inn í nýggja tunnilin gjøgnum Húsareyn. Soleiðis er býurin nú vaksin langt niðan um trøðna hjá teimum.

 

Heðin mintist eisini minnist handilin Kovan úti á Landavegnum, hagar fólk gingu líka úr eysturbýnum út at keypa, tí har til bar at fáa tær serliga góðu heimagjørdu rullupylsurnar, sum Esther hevði gjørt.

 

##med5##

 

At enda hugleiddi borgarstjórin um tað ótrúliga í, at Esther er so røsk. Sær út sum ein unglingi og hevur klárað seg einamalla til hon bleiv 99, tá hon flutti á Tjarnargarð. Hann nevndi eisini, at Esther hevur verið sera aktiv og er komin nógv í Oasuna, sum í dag legði rúm til føðingardagshaldið.

 

Esther hevur umframt børn og aðra familju rundanum seg ikki færri enn 15 ommubørn og 10 langommubørn.

 

Borgarstjórin rundaði av við vegna Tórshavnar kommunu at ynskja Esther hjartaliga tillukku við degnum.

 

##med6##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##