Hendingarnar og upplivingarnar á sjónum kunnu vera nógvar og ymiskar.
Ert tú ofta á báti, upplivir tú eisini ymiskt - og onkuntíð okkurt heilt serstakt.
Soleiðis var hjá Hjalturi Poulsen, tá hann var á floti norðanfyri í gjár.
- Tá kom ein bólkur av mastrarhvalum og amaði seg upp á bátin. Løtu seinni kemur ein lítil og hjartkiptur kópur skríggjandi móti bátinum.
Á sínum Facebook-vanga í gjár, sigur Hjaltur Poulsen, at kópurin vildi sleppa uppi bátin - undan mastrarhvalunum.
- Eg legði byrsuna frá mær, og læt kópin sleppa at krógva seg við motorin á bátinum í umleið ein hálvan tíma, til hvalirnir hvurvu.
Í sínari frásøgn á Facebook-vanganum leggur Hjaltur Poulsen aftrat, at kópur er besta føði hjá mastrarhvalum.
##med2##
##med3##