Drápsákæran ímóti Tom Hagen slept

Í 2020 varð Tom Hagen skuldsettur fyri morð ella medvirkan í at hava dripið konu sína. Nú er ákæran slept.

Norska løgreglan hevur einki prógv funnið fyri, at norski milliardingurin, Tom Hagen, drap konu sína.

Tí er drápsákæran móti honum slept. Tað upplýsti advokatfelagið Hjort, sum advokaturin hjá Hagen, Svein Holden, er partur av, í morgun.

Fráboðanin kemur yvir fýra ár eftir, at Tom Hagen varð ákærdur fyri dráp ella fyri at hava verið samsekur í drápinum á konu sína Anne-Elisabeth Hagen.

Hon hvarv úr heimi sínum í útjaðaranum Lørenskog uttan fyri høvuðsstaðin Oslo í 2018.

- Ákæran móti Tom Hagen er avvíst, tí "einki revsivert verður mett at vera prógvað", skrivar advokaturin.

 

/Ritzau/