Føroyska Hilton-toymið er sett

Leiðararnir á nýggja hotellinum Hilton Garden Inn eru nú settir. Martin Restorff, stjóri, sigur, at hotellið skal vera fremst í Føroyum innan tænastu

Í summar letur nýggja hotellið Hilton Garden Inn upp, og nú eru teir fýra leiðararnir, sum hotellið skal hava, settir.

Teir eru Tórstein Christiansen, sølu- og marknaðarleiðari, Jákup Sumberg, køksleiðari, Rósa Maria Restorff, Food and beverage leiðari, og Tora Eyðunsdóttir Marr, móttøkuleiðari. 

– Vit eru sera fegin um at hava sett fýra dugnalig fólk, sum hava royndir innan hvør sítt øki, sigur Martin Restorff, stjóri á Hilton Garden Inn.

Tórstein Christiansen hevur longu verið í starvi síðani 1. august í fjør, meðan Jákup Sumberg og Tora Eyðunsdóttir Marr hava fyrsta arbeiðsdag í dag, og Rósa Maria Restorff byrjar 1. apríl.

Ráðstevnur fylla øll hotellkømur í Havnini

Tórstein Christiansen hevur longu í sjey mánaðir arbeitt við marknaðarføring og sølu av hotellinum, og sambært honum, verður hotellið fult av gestum fleiri tíðarskeið av árinum.

– Vit eru ikki byrjað at selja hotellið enn, men tað eru sera nógvir fyrispurningar og sera stórur áhugi at koma at gista á hotellinum. Hilton-netverkið hevur søludeildir kring allan heimin, og vit hava longu skúla tey upp í, hvat er serligt í Føroyum, og hvussu tey kunnu selja Føroyar. Vit hava eisini luttikið á messum uttanlands saman við vinnuni í Føroyum, og vit hava eisini sett okkum inn í bíleggingarskipanina, sum Hilton Garden Inn nýtir, sigur hann.

Áhugin er eisini stórur.

– Tað eru fyrispurningar frá stórum bólkum og stórum ráðstevnum, bæði nú í summar men eisini í 2021, 2022 og 2023. Talan er bæði um ráðstevnur, ið fylla alt okkara hotell, men eisini ráðstevnur, ið fylla øll hotellkømrini í býnum, sigur Tórstein Christiansen.

Ráðstevnur verða vanliga hildnar annaðhvørt um várið ella um heystið. Lesið meira í dagsins Sosiali, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.