Tá tað tykist at hava regnað út í eitt í tvær vikur og lyktarpelarnir hava sveiggjað í vindinum í fleiri dagar, er skjótt at gloyma tey ljósu summarkvøldini og stillu heystardagarnar, ið hetta landið eisini hevur at bjóða, og í staðin suffa yvir, at tað altíð er vánaligt veður í Føroyum.
Tað er ikki heilt rætt, tí um tað er nakað, ið eyðkennir føroyska veðurlagið, so er tað, at tað er skiftandi. Upp á nakrar fáar tímar kann man uppliva regn, kava, vind, stilli og sól.
Við slíkum veðrið ræður tað um at gagnnýta tær góðu løturnar, ið eru, og fáa tað mesta burturúr tí, ið vit hava. Og eitt sum kann gagnnýtast meira er havin. Flestu føroyingar hava ein havan, men tey eru ikki nógv, ið brúka havan, tá summarið er farið afturum.
Havin rúmar nógvar møguleikar um heystið og kann vera ein keldan til nógvar góðar og hugnaligar løtur, nú myrkrið legst yvir okkum. Her eru nøkur ráð, um hvussu man fær størri gleði av havanum um heystið.
HAVIN SUM FRAMHALD AV STOVUNI
Um man veruliga ynskir at fáa gagn av havanum ella terassuni, so er eitt gott hugskot at gera okkurt slag av hurð í stovuni, so at tað ber til at fara beinleiðis úr stovuni og útum. Tað skal nevniliga vera líka natúrligt, at seta seg niður á hugnaliga beinkin ella deiligan stólin á terassuni, sum tað er at seta seg í sofuna, tá man ynskir at binda frið eina løtu ella njóta eina góðu løtu við vinum og familju. Ein slík broyting ger, at havin við eitt verður
ein størri og meira natúrligur partur av gerandisdegnum heima við hús, tí havin gerst eitt framhald av stovuni. Við eini slíkari loysn, er eisini skjótt og lætt at sníkja sær útum við einum kopp av kaffi fyri at njóta tær góðu løturnar um heystið.
VEL PLANTUR TIL ALT ÁRIÐ
Havar standa vanliga í fullum blóma um várið og summarið, men tað ber til at hava lív í havanum alt árið. Tað finnast nevniliga plantur, ið eru áhugaverdar á vári og sumri, men eisini geva nakað til havan um heystið og veturin. Tað sum kann vera áhugavert í havanum um heystið
er serliga litspælið og skapið á plantunum. Fyri at fáa ein meira áhugaverdan havan um heystið er týdningarmikið at hava í huga,
at planta plantur við ymiskum eginleikum. Tað er umráðandi at blanda leyvfallandi og vetrargrønar plantur og at planta plantur, ið fáa vakrar heystlitir. Harumframt er vert at hava í huga, at planta platur, ið tá tær missa bløðini, kortini hava ein vakran bygnað.
HÁLVTAK ELLA VAKSTRARHÚS
Fyri at kunna njóta havan uppaftur meira, so er tað eitt gott hugskot at byggja eitthvørt, ið gevur lívd frá regni. Har eru tað tvær loysnir, ið eru verdar at hava í huga. Tað fyrra er eitt hálvtak, ið er partur húsinum. Eitt slíkt ger tað lætt og ómakaleyst at stíga út um og njóta frísku luftina og vøksturin í havanum eina løtu, uttan at nýtast at fáa karm. Um man ynskir at vera uttanfyri uppaftur longri, so er møguligt at gera sær eitt vakstrarhús í havanum. Tað er kanska ikki so vanligt í Føroyum, men kann vera eitt satt frístað, har tað ber til
at slappa av millum alskyns vøkstur, ið trívist í føroyska veðurlagnum, bara tað fær frið frá vindi.
SKAPA LÍVD Í HAVANUM
Tá man sniðgevur ein havan, kann tað í stóran mun samanberast við at byggja eini hús. Man má hava berandi veggir fyri at kunna geva rúm til annað. Í einum hava kann ein slíkur veggur vera eitt ein garður, runnar og líknandi.
Hesir veggirnir í havanum eru týdningarmiklir fyri at skapa neyðuga lívdi frá vindi, so at trø og plantur hava ein kjans at fóta sær. Men umframt at geva plantum, runnum og trøum frið til at veksa, kunnu hesir veggir eisini geva lívd, tá man fer ein túr út í havan. So hóast tað leikar í rundanum ein, kann man njóta friðin í havanum.
LJÓS
Heystið er tann árstíðin, tá kvøldini bara
verða myrkari og myrkari. Tað er einki serliga hugnaligt at sita í bølmyrkri, so um havin skal lokka ein at koma út, so má ljós vera í havanum. Men líka sum man ikki bara setir eina perur eitt tilvildarligt stað í húsinum, so má man eisini hava eina ætlan fyri ljós í havanum. Hvat slag av ljósi ynskir man og hvar skal tað vera eru nakrir av spurningunum, ið støða skal takast til.
Tað kann hjálpa at samanbera við eitt rúm,
har man hevur ymisk sløg av ljósi, so sum ljós
at lýsa upp, tá man etur, ljós at framhevja ein málning, ljós at skapa hugna og standilampur. Líka fjølbroytt kunnu ljósini vera í havanum.
Í havanum kann ljós lýsa upp eitt stað, ið
verður brúkt til drekkamunn, tað kann framhevja eitt vakurt træ ella lýsa upp
eina gøtu, ið gongur framvið húsinum