Á henda hátt fara grønlendskir fólkatingslimir at kunna fáa sínar røður og spurningar týddar beinleiðis.
Tað hevur formansskapurin í Fólkatinginum avgjørt á fundi 11. desember.
- Vit vænta, at tað verður ein avbjóðing at veita nøktandi dygd til samtulking millum danskt og grønlendskt, sigur fólkatingsformaðurin, Søren Gade.
Samtyktin fevnir bara um at tulka millum grønlendskt og dansk og ikki millum danskt og føroyskt.