Fara út eftir nógvum nummarplátum

684 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 684 mál um vegskattaeftirstøður til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2024.

 

– Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, skrivar Aktstovan.