FarCargo sett flúgving til Newark á pausu

– Tað er ikki rætt, at vit slept flúgvingini til Newark

Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo, stjóri í flogfelagnum.

Tað var fyrr í dag, at danski flogferðslumiðlin Check-in.dk skrivaði, at »Efter syv rundture: FarCargo dropper Newark-rute«. Men tað passar ikki, sigur Birgir Nielsen. (Nú hevur Check-in.dk rættað tað, red.). 

– Eg veit ikki, hvussu tey koma til hatta, sigur Birgir Nielsen.

Hann sigur, at tey fyribils hava sett flúgvingina til Newark á pausu, tí tey hava flogið so nógv til Brússel og Dublin. Laksurin úr Brússel fer víðari til Kina og laksurin til Dublin fer víðari til USA, so laksurin kemur til USA, sigur hann.

– Tað eru tvær orsøkir til, at vit hava sett flúgvinga til USA á pausu. Onnur er, at flúgvingin til Brússel hevur eydnast so væl, og at tað nú fara nógv størri nøgdir tann vegin til Kina, sigur hann.

– Hin orsøkin er okkurt tekniskt við flogskiparunum sum ger, at tað riggar betri at flúgva styttru túrarnar í Evropa.

Men í løtuni flýgur FarCargo als ikki til Føroya – og orsøkin til tað er verkfallið.

– Enn hava vit ikki arbeitt upp rutuna við nóg nógvum farmi til Føroya, men hava flogið við laksi úr Føroyum. Uttan at hava laksin, so er als einki grundarlag undir at flúgva, og tí verður ikki flogið upp á Føroyar so leingi verkfallið er, sigur Birgir Nielsen.

Hann sigur, at tey hvønn dag fáa fyrispurningar um leigutúrar, og at tey nú arbeiða við tí.