Seinnapartin í dag vóru tríggir dystir leiktir í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Í bólki 2 vann StÍF á heimavølli í høllini á Skála greiðan 31-21 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var StÍF á odda 12-10.
Trúgvi Hávardsson var toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Nikolay Bliznov var topskjútti hjá Team Klaksvík við sjey málum.
Ígjár vann H71 27-22 (13-12) á Kyndli í Hoyvíkshøllini.
Aftaná fyrsta umfarið hava StÍF og H71 tvey stig hvør, meðan Kyndil og Team Klaksvík hava fyrsta stigið til góðar.
Í bólki 1 vann VÍF eisini ein tíggjumálssigur. VÍF vann á heimavølli í høllini í Vestmanna 35-25 á Neistanum. Tað lá serliga væl fyri hjá vestmenningum í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru vestmenningar frammanfyri 21-9.
Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum var Lýðar í Dímun.
Í sama bólki vann KÍF 28-21 á H71 2 í høllini í Kollafirði. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 12-10.
Toppskjútti hjá KÍF við níggju málum var Hans Eli Sigurbjørnsson. Toppskjútti hjá H71 2 var Dánjal Tórgarð. Hann skoraði seks mál.
Aftaná fyrsta umfarið hava VÍF og KÍF tvey stig hvør. Neistin og H71 2 hava einki stig.
HER ber til at síggja dómaraseðlarnar hjá HSF frá dystunum á Skála, Vestmanna og Kollafirði:
##med2##
##med3##
##med4##