FC Hoyvík vann stig frá FC Suðuroy

1. DEILD: FC Hoyvík flytur niður í 2. deild, og FC Suðuroy hevur framvegis møguleika at flyta upp í bestu deildina, hóast tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku í Hoyvík

Støðutalvan segði, at FC Suðuroy var stórur favorittur at vinna, tá ið FC Hoyvík í dag átti heimavøll ímóti FC Suðuroy.

 

Men soleiðis gekk tað ikki. Úrslitið var 3-3 eftir 2-1 í fyrra hálvleiki, og eftir at heimaliðið í 20 minuttir var frammanfyri 2-0.

 

Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er næstfremst við 41 stigum. FC Suðuroy hevur spælt 24 dystir. Víkingur er topplið við 48 stigum. B36 er á triðja plássi við 40 stigum fyri 23 dystir. TB er á fjórða plássi við 39 stigum, og B71 hevur 38 stig. Bæði TB og B71 hava spælt 25 dystir.

 

Í morgin fer B36 at spæla á heimavølli ímóti NSÍ, og KÍ fær vitjan av HB. FC Suðuroy og B36 eiga útsettan dyst, sum verður leygardagin um eina viku.

 

Sjúrður Jensen legði í 11. minutti FC Hoyvík á odda 1-0. Hetta var annað málið hjá Sjúrði Jensen í næstbestu deildini í ár. Í 22. minutti var tað Jónas Bech, sum økti um munin til 2-0. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Tríggjar minuttir undan steðginum var tað Teit Hjelm, sum minkaði um munin til 2-1. Hann hevur nú skorað fimm mál í næstbestu deildini í ár.

 

Tá ið seinni hálvleikur var smáar tíggju minuttir gamal, var tað Rói av Fløtum, sum við brotssparki økti um heimaleiðsluna til 3-1. Hann hevur nú skorað trý mál í ár.

 

Seks minuttir seinni var tað Salmundur Bech, sum minkaði um munin til 3-2. Hetta var sjeynda málið hjá Salmundi í ár. Tað restaði eitt korter, tá ið Jimmy Abdul javnaði til 3-3. Hann hevur skorað tvey mál í ár.

 

Lítla løtu undan dystarenda hevði FC Hoyvík góðan møguleika at skora sigursmálið, men Rasmus Olsen í málinum bjargaði ógvuliga væl.

 

Hóast góða úrslitið í dag, so er tað greitt, at FC Hoyvík fer at flyta niður.

 

 

 

Víkingur251465633148
FC Suðuroy2410113493241
B36231175453040
TB259124352339
B71251087362938
AB25998453036
NSÍ247710334228
248313274527
FC Hoyvík254714225119
HB242616246612

 

Sunnudagin 6. oktober

 

KÍ – HB: Annfinn Hjaltalin kl. 14.00

 

B36 – NSÍ: Leivur Zachariassen kl. 13.00