VIDEO: Bent Nyegaard staðfestir: GOG fær stóran styrk í Óla

(Video) Hoyr samrøðu hjá danska TV2 við Óla Mittún um skiftið til GOG

Kendi danski hondbóltsserfrøðingurin hjá danska TV2, Bent Nyegaard staðfestir, at GOG hevur gjørt eitt framúr gott keyp við at tryggja sær Óla Mittún tey komandi fýra árini. Tað er ikki minst skjóta fótarbeiðið og gjøgnumbrotsmegin hjá Óla sum hugtaka Bent Nyegaard. 

 

Óli vitjaði studio hjá TV2 eina løtu í dag, og har grundgav hann fyri skiftinum úr Sävehof til GOG. Fyrst og fremst dregur tað sterka og góða ítróttarliga umhvørviðí Gudme, og vónirnar at vinna nógv við GOG. Tað telur eisini nógv upp hjá Óla, at tað er ikki so langur vegur at vitja systrina, Janu í Viborg og bróðurin, Paula yviri í Sælandi.

 

HER  ber til at hoyra góðu orðini Bent Nyegaard segði um Óla á TV2, og hvat Óli hevði at siga við TV2 um skiftið hjá sær.