Fleiri børn rakt av skotum í vatnlandi í USA

Eini tíggju fólk, teirra millum fleiri børn, vórðu rakt av skotum í einum vatnlandi í Detroit í USA

Løgreglan hevur avmerkt økið, har vápn og patrónhylki vórðu funnin. - Foto: Eric Seals/Reuters

Eini tíggju fólk, teirra millum fleiri børn, vórðu í gjár rakt av skotum, tá ein illgerðarmaður lat fleiri skot av í einum vatnlandi nærindis amerikanska býin Detroit.

Løgreglan upplýsti í nátt, at illgerðarmaðurin ikki varð handtikin.

Tó frættist, at løgreglufólk hava umgyrt hann í einum húsu nærindis.

Vápnið er funnið á staðnum.

Løgreglan sigur, at talan er um en mann, sum umleið klokkan 17 fór úr bili sínum við Brooklands Plaza Splash Pad-vatnlandið vápnaður við hálvautomatiskari skambyrsu av slagnum Glock.

Maðurin lat eini 30 skot av. Hann løddi skambyrsuna fleiri ferðir, sigur løgreglan.

Tað er tó ikki greitt, um nakar er deyður av skotunum.

Rochester Hills, har vatnlandið er, er ein umleið ein hálvan tíma við bili norðan fyri Detroit, sum er størsti býur í statinum Michigan.

Í grannabýnum hjá Rochester Hill, Oxford Township, var ein skottilburður í 2021, har ein 15 ára gamal studentaskúlanæmingur Ethan Crumbley skeyt og drap fýra næmingar og særdi seks aðrar og ein lærara.

Sheriffurin á staðnum, Michale Bouchard, sigur, at hópskottilburðurn er eitt slag í búkin hjá øllum í økinum.

– Vit hava upplivað mangar vanlukkur, veitst tú. Vit hava enn ikki skilt tað, sum hendi í Oxford.

Guvernørurin í Michigan, demokraturin Gretchen Whitmer, hevur eisini skrivað um skottilburðin á sosiala miðlinum X.

– Tað knústi hjarta mítt, tá eg frætti um tilburðin í Rochester Hills, skrivar Gretchen Whitmer.

– Vit halda eyga við støðuni og hava samband við myndugleikarnar á staðnum, sigur hann.

/ritzau/Reuters

 

Løgreglan hevur avmerkt økið, har vápn og patrónhylki vórðu funnin. - Foto: Eric Seals/Reuters