HM: Danmark vann risastóran sigur á Algeria

Í sama bólki vann Italia á Tunesia

 

Danmark kom væl frá landi í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Í bólki B í Boxen høllini í Herning frammanfyri 12.000 áskoðarum vann Danmark risastóran 47-22 sigur á Algeria. Í steðginum var Danmark frammanfyri 20-11.

 

Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Danmark við 10 málum. Emil Jakobsen skoraði átta mál.

 

Stóri leikarin hjá Danmark var tó málverjin, Emil Nielsen sum nærum stongdi málið, og hann bleiv eisini valdur at vera besti leikarin í dystinum. Emil Nielsen bjargaði 47 prosent av málroyndunum.

 

Ayyoub Abdi var við seks málum toppskjútti hjá Algeria.

 

Jóhan á Plógv Hansen slapp væl frá verjupartinum, men hann brendi tríggjar málmøguleikar og kom ikki á máltalvuna fyri Danmark í kvøld.

 

Í sama bólki vann Italia 32-25 á Tunesia. Í steðginum var Italia á odda 17-11.

 

Leo Prantner var toppskjútti hjá Italia við 10 málum. Anouar Ben Abdallah var við seks málum toppskjútti hjá Tunesia. 

 

Danmark og Italia hava tvey stig hvør, meðan Tunesia og Algeria einki stig hava. 

 

Skráin fyri bólk B: 

 

14. januar: Italia – Tunesia 32-25 (17-11)

 

14. januar: Danmark – Algeria 47-22 (20-11)

 

16. januar: Italia – Algeria, klokkan 17.

 

16. januar: Tunesia – Danmark, klokkan 19.30.

 

18. januar: Algeria – Tunesia, klokkan 17.

 

18. januar: Danmark – Italia, klokkan 19.30.