Russiska verjumálaráðið sigur seg í dag hava skotið niður fleiri langtrøkkandi vesturlendskar rakettir, sum eru sendar úr Ukraina.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Sambært verjumálaráðnum eru tilsamans 14 vesturlendskar rakettir skotnar seinasta samdøgrið.
Ráðið sigur, at talan er um seks ATACMS-rakettir, sum eru framleiddar í Amerika, og átta bretskar Storm Shadow-rakettir.
Tær vórðu skotnir niður í Bryansk-landslutinum í vestara parti av Russlandi og yvir Svartahavinum.
Russland upplýsir, at rakettálopini verða hevnd.
Russland sá tað sum eina eskalering av ósemjuni, tá USA í november loyvdi Ukraina at brúka langtrøkkandi ATACMS-rakettirnar til at raka mál inni í Russlandi.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, lækkaði skjótt markið fyri, nær Russland skuldi brúka kjarnorkuvápn í einum skørpum stríði.
Ukrainski herurin boðaði í dag frá, at hann hevði framt eitt væleydnað rakettálop á eina kemikaliuverksmiðju í býnum Seltso í Bryansk - 100 kilometrar inni í Russlandi.
Sambært herinum í Ukraina framleiðir verksmiðjan brennievni og spreingievni til nýtslu hjá russiska herinum.
- Dronur órógvaðu russisku loftverjuna, sum gjørdi tað møguligt at raka málini, sigur ukrainski herurin.
Ritzau/Reuters