Fyrst var tað Kliniski stápur, ið greiddi frá um virksemi og verkætlanir. Sonni Óli Djurhuus, stápsleiðari, hevði fyrireikað innsløg frá deildarleiðarum, har tey komu inná hvat tær ymisku deildirnar arbeiða við. Deildir undir Kliniska stápi eru Dygd og Betran, Apotekseindin, Uttanlandstænastan og Sjúklingahotellið Tórshavn.
Seinna vitjanin var á Bráðdepilinum, har Elin Jensen og Jónleyg Fossabrúgv, depilsleiðarir høvdu framløgu um virksemi á deplinum. Bráðdepilin fevnir um Anestesideildina, Sjúkraflutningstænastuna, harundir Leiðbeiningina, Intensivu- og viðrakningsdeildina, Bráðmóttøkuna og Skaðastovuna, part av kommunulæknaskipanini, umframt deildina fyri ergo- og fysioterapi á Landssjúkrahúsinum.
Vitjanin innibar eisini rundvísing á deildum, har Súsanna og Bjørgfríð fingu høvið at heilsa uppá starvsfólk, ið vóru til arbeiðis hendan dagin.
Vitjanin í síðstu viku var tann næsta vitjanin av fleiri, har landsstýriskvinnan og aðalstjórin fáa høvið at koma at kenna Landssjúkrahúsið nærri.