Urtapottalampan er ikki sum aðrar lampur. Við sínum einfalda og samstundis so eyðkenda sniði er hon tíðarleys og ein klassikari innan nýmótans innrætting. Hon fæst í fleiri litum og í ymiskum tilfari, og kann hon tískil hóska bæði til tín, ið dámar eitt einfalt klassiskt innrættað heim við smálutum í gulli og silvuri, og til tín, ið dámar at spæla við litir og mynstur. Hon kann vera júst tað punktummið, tær tørvar, fyri at gera rúmið fullkomið.
Flower Pot – ein hip(pie) lampa
Upprunin til væl umtóktu Flower Pot lampuna er tíðarandin, hon varð fødd inn í. Danski sniðgevin Verner Panton var hugtikin av Flower Power friðarrørsluni í 1960 árunum, og í sínum arbeiði gjørdist hann víðagitin fyri sítt arbeiði við litum og mynstrum, ið eyðkendu Flower Power rørsluna. Sjálv Flower Pot lampan er síðani vorðin ein ímynd av Flower Power rørsluni.
Tað var skjótt, at mótakøn fingu eyguni upp fyri Flower Pot lampuni, sum við sínum hálvrundu formum vann seg inn á matstovur og framsýningarhøli og inn í privatu heimini kring heimin. Og hóast lítið er at síggja til Flower Power í dag, hevur sjálv lampan megnað at enduruppfinna seg í takt við skiftandi rákini innan innrætting, og tað í so stóran mun, at vit í dag spyrja, hvat eitt heim í veruleikanum er uttan ein Flower Pot?
Í Vøruhúsinum hava vit heilt víst ta røttu urtapottalampuna til tín, og fram til jóla eru Flower Pot lampurnar á tilboð fyri:
VP1 í litum eru á tilboð fyri 1349,- (vanl. prísur: 1795,-)
VP1 polerað metall: 1795,- (vanl. prísur: 2395,-)
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##