Føroyar taptu ímóti Lettlandi

Tapið ímóti Lettlandi ber við sær, at Føroyar sunnudagin fara at spæla um triðja plássið í Baltic Cup

Tað var á LNK Sport Park í Riga, at Føroyar tíðliga í kvøld spældu ímóti Lettlandi í hálvfinalu í Baltic Cup.

 

Seinastu tíðina hevur tað ikki gingið so væl, tá ið Føroyar hava spælt landsdystir ímóti Lettlandi, og soleiðis var tað eisini í kvøld.

 

Talan var um tætta og spennandi uppgerð, sum endaði við, at Lettland vann 2-1. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Lettland.

 

Tíðliga í fyrra hálvleiki legði Lettland seg á odda, og so gekk tað javnt á.

 

Føroyar vóru í 3-4-3 uppstilling, og sum seinni hálvleikur leið, so pressaðu Føroyar fyri at javna.

 

Í fleiri førum var tað spenningur í letlendska brotsteiginum eftir føroyskar deyðbóltsstøður, og tað var eftir sovorna støðu, at tað eydnaðist at javna. Talan var um horna úr vinstru, og tá ið bólturin dalaði dygst niður við tvørtrænum, var Lea Lisberg har, og so endaði bólturin í netinum.

 

Føroyar høvdu fitta løtu í seinna hálvleiki yvirvág í spæli. Talan var um onkrar góðar møguleikar, og eitt nú sendi Jensa Tórolvsdóttir úr 20 metrum og eitt sindur til vinstru bóltin í træverkið dygst við nærru samankoming.

 

Og so var tað Lettland, sum nakrar minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið. Tað var eftir føroyskt uppspæl í vinstru. Mótstøðuliðið vann bóltin og streyk avstað í høgru, og tá ið bólturin varð sendur innfyri, var spælarin leysur mitt fyri, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

Føroyska liðið royndi at trýsta fyri at javna. Tað eydnaðist ikki. Næst við var tað, tá ið Jensa Tórolvsdóttir við horna úr vinstru sendi bóltin í tvørtræið.

 

 

 

Føroyar: Valborg Østerø – Sunniva Willemoes, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Lea Lisberg, Eyðvør Klakstein, Sara Samson Lamhauge, Jensa Tórolvsdóttir – Fridrikka Clementsen, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen

 

Á beinkinum: Gunnvá Lützen, Malena Olsen, Rakul Sørensen, Anna Katrina Mikkelsen, Sanna Svarvadal, Mona Rasmusdóttir, Anna Brændstrup, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Rúna Jacobsen, Durita Hummeland

 

Venjari: Signe Pries Andersen