Í døgunum 25. - 27. oktobur vitja nýggju fólk úr missiónshúsinum Libanon í Sørvági í Íslandi. Endamálið er at vitja Ørkina, samkomur, føroysku sendistovuna og vónandi hava onkra húsvitjan.
Høvuðsendamálið er at vitnað um Jesus, og annars verða saman við fólki, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook..
Tey gleða seg og vóna at hitta nógvar føroyingar og íslendingar.
Møtiskráin er hendan:
Fríggjadagin 25. okt. kl.19.00. Luttaka á hugnakvøldi á Ørkini, sum Føroyingafelagið skipar fyri.
Leygardagin 26. okt. Møti hjá Hvítusunnusamkomu á Stykkishólmi
Sunnudag 27. okt. kl.14.00. Møti í Akurinn, Núpalind. kl.17.00. Møti á Ørkini. Aftaná møtið verður bjóða til ábid við føroyskum viðskera, og øll eru vælkomin, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.