Eftir at føroyska U19 flogbóltslandsliðið lættliga hevði vunnið fyrsta settið 25-21, tóktist dysturin bert at vera ein avgreiðsluspurningur fyri Føroyar, men so skuldi ikki verða, tí Ongland mentist og vann annað sett 25-23.
Ongland hótti eisini við at taka triðja sett og var á odda 10-6. Føroyar javnaðu tó til 10-10 og løgdu seg á odda 18-13. Leiðslan hvarv tó sum døgg fyri sól, og Ongland javnaði til 19-19 og 20-20. Føroyar otaðu seg kortini framumafttur og vunnu týdningarmikla settið 25-22.
Tó sá einki serligt út í fjórða setti, tá ið Ongland legði seg á odda 10-6 og 13-10. Føroyskt leikbrá hjálpti ikki stórvegis upp á støðuna í fyrsta umfari, men Føroyar megnaðu tó at javna til 17-17 og fara framum 19-17 og eisini 24-20. Tað vísti seg tó at ganga striltið at fáa síðsta stigið til høldar, men við fjórða dystarbóltinum eydnaðist loksins Tóka í Haraldstovu við dundursmassji at fáa sigurin í hús.
Við sigrinum fríggjakvøldið eru møguleikarnir fyri at sleppa at spæla um bronsumerkini heilt góðir. Leygardagin spæla menninir teir báðar írestandi dystirnar í bólkaspælinum: kl. 13 ímóti Íslandi og kl. 19 ímóti Danmark.