Seinnapartin spældu Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF seinasta heimadystin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Dysturin var ímóti Vendsyssel, ið er triðaftast í deildini og er longu staðfestir niðurflytarar.
FIF vann greiðan 30-22 sigur. Í steðginum var føroyingaliðið á odda 14-8.
Tað lá væl fyri hjá føroysku leikarunum í dag. Janus Dam Djurhuus gjørdist saman við Carl Baun og Karl Albert toppskjútti hjá FIF. Teir skutu seks mál hvør. Leivur og Jónas skutu fýra mál hvør, so samanlagt gjørdist talan um 14 føroysk mál í dag.
FIF er nummar átta í deildini við 20 stigum.
FIF endar kappingarárið skírisdag klokkan 14 við útidysti móti Odense.
Støðan:
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Grindsted | 25 | 41 |
2 | HC Midtjylland | 25 | 40 |
3 | Skive | 25 | 36 |
4 | HØJ | 25 | 36 |
5 | Team Sydhavsøerne | 25 | 35 |
6 | Aarhus HC | 25 | 32 |
7 | Tønder | 24 | 30 |
8 | FIF | 25 | 20 |
9 | Rækker Mølle | 25 | 20 |
10 | Odder | 25 | 17 |
11 | HC Odense | 25 | 15 |
12 | Vendsyssel | 25 | 10 |
13 | Skovbakken | 24 | 10 |
14 | Køge | 25 | 6 |