Fogh tekur hóttanir frá Trump púra róliga

Grønlandshóttanirnar frá Donald Trump hava ikki fingið øði í fyrrverandi NATO-aðalskrivaran og forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen.

Í mai var Anders Fogh Rasmussen vertur fyri fólkaræðistoppfundi í Keypmannahavn, sum hansara egna fyritøka skipaði fyri. Hann segði við CNN í dag, at hann tekur grønlandshóttanirnar hjá Donald Trump "sera róliga". - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Anders Fogh Rasmussen tekur útsøgnirnar "sera róliga", sigur hann í samrøðu við amerikansku sjónvarpsstøðina CNN.

- Eg haldi ikki, at tað fer at henda, sum Donald Trump hevur hótt ið, sigur Anders Fogh Rasmussen, sum tó er samdur við Trump í, at Grønland hevur stóran strategiskan týdning.

Tað hevur skapt nógv uppmerksemi bæði í Danmark og USA, at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við at brúka hermegi fyri at fáa vald á Grønlandi.

Hann hevur eisini hótt Danmark við búskaparligum revsitiltøkum.

/Ritzau/