Fólk til gongu eftir heingibrúgv við Gøtugjógv

Eftir ætlan verður ein heingibrúgv til fólk til gongu gjørd undir verandi brúgv um Gøtugjógv

Tað sigur Dennis Holm, landsstýris í samferðslumálum, í svari til fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum hevur sett honum spurningar um ferðslutrygdina við Gøtugjógv. Hon setti ein grein 52a fyrispurning, sum er soljóðandi:

1. Hvussu gongur við at fyrireika arbeiðið at gera nýggjar gongubreytir og kantsteinar við

Gøtugjógv?

2. Nær verða gongubreytirnar gjørdar?

3. Verða ferðslutálmandi átøk fyrireikað at fremja í næstum?

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at tað er nógv og tung bilferðsla gjøgnum Gøtugjógv, og tað er nærum eingin skilnaður millum bilferðsluna og ábæru ferðsluna (fólk til gongu) á staðnum.

– Millum annað er dagstovnur og skúli oman fyri vegin, so ferðandi til gongu úr Norðagøtu og Syðrugøtu mugu fara yvirum vegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni. Arbeitt verður tí við málinum um at betra ferðsluviðurskiftini á staðnum.

– Ætlanin hevur verið at betra gongubreytina, og at seta upp kantsteinar millum vegin og gongubreytina. Landsverk og Eysturkommuna samstarva nú um aðra loysn. Ætlanin er, at ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum umvegis eina undirføring, sum er ætlað fólki til gongu, sigur landsstýrismaðurin.

– Eftir ætlan verður ein heingibrúgv gjørd undir verandi brúgv um Gøtugjógv. Landsverk ger og rindar sjálva brúnna, meðan kommunan ger og rindar lendisarbeiðið og gøtur til brúnna.

Dennis Holm sigur, at hendan loysnin verður mett at vera væl betri og tryggari fyri ábæru ferðsluna, tí ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum. Hetta er serliga viðkomandi fyri Gøtugjógv.

– Vónað verður at henda loysnin ber á mál. Um ikki, so verður farið aftur til loysnina við einans at skifta kansteinarnar og annað millum vegin og gongubreytina, sum er ein møguleiki, sum fyrr hevur verið frammi.

– Tørvurin á ferðslutálmandi átøkum er alt eftir, hvør loysn verður framd. Við einari undirføring, har ábæra ferðslan verður hildin heilt burtur frá bilferðsluni, er tørvurin á ferðslutálmandi átøkum avmarkaður, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svarinum til Honnu Jensen.