Gamal venjari hjá Petur Knudsen skal nú venja Brann Bergen

Freyr Alexandersson hevur verið venjari hjá tveimum føroyskum leikarum

Mynd: Ritzau Scanpix

Tá Petur Knudsen var partur av hópinum hjá Lyngby, árini millum 2021 og 2023 var íslendski, Freyr Alexandersson høvuðsvenjari hjá Lyngby. Freyr Alexandersson var venjari hjá Lyngby til í fjør. Eitt stutt skiftið í fjør var Freyr Alexandersson venjari hjá belgiska liðnum, Kortrijk.

 

Freyr Alexandersson var eisini venjari hjá Dánjal á Lakjuni, tá fuglfirðingurin spældi við Leiknir í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini í 2013.

 

Freyr Alexandersson er nú staðfestir høvuðsvenjari hjá norsku silvurvinnarunum, Brann Bergen, ið hevði Gilla R. Sørensen í hópinum, árini millum 2016 og 2020. Talan er um ein sáttmála fram til 2027. 

 

Freyr Alexandersson hevur eisini áður verið landsliðsvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum, og hjálparvenjari hjá íslendska manslandsliðnum. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix