Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari konsertferð í Wien

Í døgunum 4-10. Juli fer Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiliga konsertferð í Wien. Konsertferðin er stásilig, tí kórið skal nevniliga framføra í somu stásiligu konsertsalum, har árliga nýggjárskonsertin úr Wien verður framførd og sjónvarpað

Talan verður m.a. um konsertir í víðagitnu Musikverein – Golden hall, ORF RadioKulturhaus og stásiliga Wiener Konzerthaus. Til tvær av konsertunum framførir kórið einsamalt í góðan tíma, meðan ein er saman við orkestrum og øðrum kórum. Høvið at framføra á slíkum støðum er sera avmarkað, men av tí at kórið regluliga hevur luttikið í altjóða kórkappingum og festivalum, við sera góðum úrslitum,  síðan kórið varð stovnað í 2011, er hetta ein av orsøkunum, til at kórið í dag fær nógvar sera áhugaverdar inn- og avbjóðingar. 

##med2##

 

Í Føroyum verða 2 høvi at hoyra kórið áðrenn tey seta leiðina móti Wien. Kórið hevur nevnilig 2 summarkonsertir komandi vikuskfiftið, fyrst í Sørvágs kirkju leygardagin 29. juni, kl. 17.00 og síðan í Gøtu kirkju, sunnudagin 30. juni kl. 19.00. Til hesar konsertirnar fer kórið at framføra alla sína konsertskrá við verkum av m.ø.:  L.Fleming, C. Monteverdi, Chr. Præstholm, Z. R. Stroope, A. Dale, F. Ticheli,  W. L. Dawson, P. Christiansen, Símun Hammer, M. Hogan, L. Mason, P. Mealor A. Bruckner og Heitor Villa Lobos.

Konsertirnar hjá kórinum eru ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

##med3##

##med4##