Gordhan Rajani lækni deyður

Mikudagin 24. januar andaðist Gordhan Rajani, lækni, ættaður úr India, 89 ára gamal.

Hann var føddur í Shirkarpur í landslutinum Sindh (núverandi Pakistan) tann 3. februar 1934. Abbin var løgfrøðingur, meðan pápin, ið æt Kanayalal Rupthjan Rajani, arbeiddi sum umboðsmaður fyri medisinalvørur. Mamman, ið kallaðist Kala Kanyalal Rajani, arbeiddi heima. Í 1947 flutti familjan frá Shirkarpur til Karachi (núverandi Pakistan) vegna arbeiðið hjá pápanum.

 

Um hesa tíðina var sera ófriðarligt í India, og eftir langa tíð við uppreistri har mong fólk lótu lív, mátti familjan á miðari nátt flýggja, uttan nakað viðføri, úr Karachi til Bombay við skipi. Uppreisturin førdi við sær, at India bleiv sundurlutað í Pakistan og India.

 

Komin til Bombay helt leiðin fram til flóttafólkaleguna Jambu. Familjan fekk til láns eitt rúm at búleikast í bert nakrir heilt fáir fermetrar vóru til alla familjuna, sum taldi um 20 fólk. Einaferð um vikuna fór Gordhan, tíðliga á morgni, við pápa sínum at heinta matin, sum varð býttur út til alla flóttafólkaleguna. Fyri at fáa mjøl, smør, olju og okkurt annað smávegis, máttu teir báðir standa í kilometurlangari bíðirøð í slakar 6 tímar; í bakandi sól um veturin og í oysandi monsoonregni um summarið.

 

Í umleið hálvtannað ár búði familjan í flóttafólkaleguni, har eingir møguleikar vóru fyri skúlagongd. Men tá ið elsti bróðurin, Dayal, fekk starv í Nadiad, flutti øll familjan hagar. Gordhan og brøður hansara gingu síðani í barnaskúla har. Men av tí at málið, ið tosað varð í hesum landslutinum, var Gujarati, skiltu teir ikki nógv av tí, sum varð lært.

 

Eitt ár seinni avgjørdi pápi Gordhan at flyta til Malad, sum er einar 30 kilometrar uttan fyri Bombay. Har leigaði familjan eina lítla íbúð. Gordhan byrjaði nú í sjeynda flokki, og aftan á lokna skúlagongd lá leiðin beinleiðis til háskúlan Jaihind tætt við Church Gate í Bombay.

 

Eftir hetta, frá 1952 til 1958, tók Gordhan læknaútbúgving á vælumtókta skúlanum Grant Medical Collage í Bombay.

 

Eftir at hava arbeitt í umleið eitt ár á sjúkrahúsi í Bombay, lá leiðin í 1959 til London, har Gordhan ynskti at útbúgva seg meir innan skurðlæknavísindina. Farið var við báti frá Bombay ígjøgnum Suez veitina til Italia. Síðani var farið við toki ígjøgnum Frakland til Calais, og so við báti til Dover í Suðuronglandi. Seinasti teinurin til Victoria Station í London var eisini við toki.

 

Framkomin hevði Gordhan bert tíggju bretsk pund í lummanum, og sera lítið av viðføri, tá ið ein sjúklingur hann hevði hitt í Bombay, tók ímóti honum á Victoria jarnbreytarstøðini.

 

Beinanvegin byrjaði Gordhan at senda umsóknir til tey ymisku sjúkrahúsini í London, og bert eina viku seinni byrjaði hann á skaðastovuni á Tilbury sjúkrahúsi. Lønin var 80 pund um mánaðin. 30 pund fóru til leigu og uppihald, meðan restin varð sent við posti til foreldrini í Bombay.

 

Aftan á nøkur ár á ymiskum sjúkrahúsum í London, bar Gordhan eyga við eitt starv í Føroyum í einum læknatíðarriti. Ein umsókn varð beinanvegin send, og fáar dagar seinni kom eitt telegram aftur, har sagt varð at hann hevði fingið starvið.

 

Ein leygardag í 1964 fór Gordhan, uttan at vita stórvegis um Føroyar, við flogfari úr London til Glasgow og so víðari til Vágar. Longu sunnudagin eftir byrjaði Gordhan á sjúkrahúsinum í Tórshavn, og var hann har til 1967.

 

Gordhan fekk nógvar góðar vinir í Tórshavn hetta tíðarskeiðið, og eru nógvar góðar løtur at minnast aftur á.

 

Á sumri 1966 hitti Gordhan gentu, Guðrun Simonsen, av Høgabóli í Saltangará, sum starvaðist á sjúkrahúsinum. Eftir at hava gift seg, fluttu tey 9. juli 1967 til Rønne á Bornholm, har Gordhan hevði fingið starv sum skurðlækni.

 

Í 1969 gjørdist hann serlækni innan skurðviðgerð, og aftaná at hava arbeitt í nøkur ár á sjúkrahúsi í Aarhus og Holstebro, gjørdist hann í 1971 serlækni innan orthopædi.

 

Í september 1971 byrjaði Gordhan sum lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og røkti hann hetta starv til 1995. Saman við sjúkrahúsleiðsluni og politisku myndugleikunum í Norðoyggjum var hann í hesum tíðarskeiði við til støðugt at menna sjúkrahúsið í Klaksvík.

 

Gordhan hevur altíð verið eyðkendur fyri at vera sera tolin og ja-ligur, og hevur honum altíð dámt væl at tosa við sjúklingarnar, eins og hann við uppmuntran hevur fylgt teim um allan vegin gjøgnum sjúkraleguna. Mong minnast óiva hansara eyðkenda "no problem det går nok", og hevur hetta bjartskygnið borið hann til henda dag.

 

Gordhan og Guðrun búðu í teimum gulu læknahúsunum við síðuna av Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hetta gjørdi eisini sítt til, at familjan kendi bæði starvsfólk og sjúklingar sum sína egnu familju. Og fleiri ferðir um dagin gekk hann leiðina ígjøgnum havan ímillum gulu læknahúsini og sjúkrahúsið. Og hóast tað stundum leikaði hart á, var hann altíð róligur.

 

Jólaaftan á hvørjum ári var Gordhan við allari familjuni til jólahald á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eftir jólahaldið varð farið inn til hvønn einstakan sjúkling at ynskja gleðilig jól.

 

Hansara opna og umsorgsfulla lyndi hevur vunnið honum nógvar vinir, bæði í Føroyum og uttanlands. Og hóast hann málsliga kann hava trupult við at klára seg á føroyskum, hevur hann altíð kunna samskift við fólk á sín heilt serliga hátt, og soleiðis megna at tilegnað sær fólkið, og fingið sær nógvar góðar og trúfastar vinir.

 

Ein fastur táttur hjá á skránni hjá Rajani hevur á hvørjum ári verið túrurin til India. Fleiri av børnunum, svigarbørnunum, abba og ommubørnunum hava verið saman við Gordhan og Guðrun í India, og hava hesir túrar givið ógloymandi minnir og skapt tíðarleys virði fyri øll. Fremst í huganum hjá Gordhan hevur tó altíð verið, at givið børnunum ein góðan, tryggan og ríkan barndóm.

 

Guðrun og Gordhan eiga fimm børn: Kala, John, Sita, Laila og Gordon. Abbabørnini eru 16 í tali, og langabbabørnini eru 4.

 

Seinastu árini búðu Guðrun og Gordhan á Blómubrekku í Havn og høvdu soleiðis øll børnini hjá sær í høvuðsstaðnum.

 

Gordhan Rajani fer til gravar úr Vesturkirkjuni í Havn í morgin, sunnudagin tann 28. januar, klokkan 14:00.

 

Tey, ið vilja minnast Gordhan, kunnu lata hjálpararbeiðinum Shanti í India eina peningagávu, konto í Betri Banka. (Konto 9181-1489560)