Grýtan á borðið ella?

Omma mín plagdi at geva sær stundir at borðreiða, líkamikið um tað var eitt kaffiborð ella vanligur døgurði við fiskafrikkadellum, so stóð grýtan ikki á borðinum. Hon koyrdi alt upp í føt, eplini í eitt og fiskafrikkadellurnar í eitt annað. Hetta gjørdi, at tú føldi, at tú sat til háborðs ein púra vanligan dag í viku. Hon lærdi okkum, at við at koyra matin

í skálir og føt ella suppuna í eina terrin, kundi tað sínast vakrari og leskiligari.

Ofta hava vit ikki stundir til at gera tað heilt stóra burturúr. Tá ið vit koma heim frá arbeiði, skulu vit gera nátturða, ofta skal tað helst ikki taka meira enn einar 20 minuttir, tí vit eru øll svong. Børnini skulu gera skúlating, vaskimaskinan skal setast ígongd, dagur og vika byrjar klokkan 19 og børnini skulu í song.


Men skal tað taka so langa tíð at borðeiða?

Vit munnu øll eiga eitt pent stell, dúk og stakar at pynta við. Niðanfyri hava vit eitt dømi um, hvussu vit kunnu borðreiða við at brúka eitt vakurt stell, ljós, dúk og toyserviettar.

Um tú veitst, hvat tú vilt nýta til borðreiðingina, tekur tað hægst 10 minuttur eyka. Men ein fragd fyri eyga hjá teimum sum sita til borðs ein púra vanligan gerandisdag ella um vikuskiftið, tá øll hava frí og eru savnað kring borið.