Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini skulu eisini royna seg í evropeiskum fótbólti í juli.
Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík skulu í fyrsta undanumfarinum í Champions League royna seg móti írsku meistarunum, Shamrock Rovers.
Víkingur leggur fyri á heimavølli 9. ella 10. juli. Útidysturin verður leiktur 16. ella 17. juli.
Í fyrsta undanumfarinum í Conference League møta Patrik Johannesen og liðfelagarnir Tikvesh úr Norðurmakedonia.
Breiðablik spælir fyrra dystin á útivølli 11. juli, og tann seinna dystin á Kópavogsvøllinum 18. juli.
Í fjør høvdu íslendingar bert trý lið í evropeisku kappingunum. Hesaferð er talan um fýra lið.
Í fyrsta undanumfarinum í Conference League møtir Valur albanska liðnum, Vllaznia, og Stjarnan møtir í somu kapping norðurírska liðnum, Linfield.