Hákun tók av møguleikunum hann fekk

Füchse Berlin vann stórsigur í dag

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti botnliðnum, Bietigheim-Metterzimmern.

 

Füchse Berlin vann stórsigur 38-24. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið væl við, og var Füchse Berlin bert á odda 16-15 í steðginum. Í seinna hálvleiki var tó klassamunur.

 

Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann tók av báðu ferðirnar av og setti bóltin í netið. Eisini legði Hákun upp til eitt mál, og ahnn átti góðan lut í verjuspælinum hjá Füchse Berlin.

 

Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 12 stigum. Teir eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, MT Melsungen, ið hevur 14 stig.

 

Komandi hóskvøld spælir Füchse Berlin dyst á útivølli í Champions League móti rumenska liðnum, Dinamo Bukarest.