Hannover-Burgdorf misti sigurin í næstseinasta sekundinum

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen er næstfremst í bundesliguni

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti Hamburg.

 

Hannover hevði sigurin í pottinum, men í næstseinasta sekundinum javnaði Hamburg til støðuna 32-32. Sostatt mátti Hannover taka til takkar við einum stigi. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Hannover er næstfremst í bundesliguni við 13 stigum. Melsungen er fremst í deildini við 14 stigum.

 

Vilhelm fekk ein málmøguleika, og hann setti hann í netið. Vilhelm sum tók nøkur tøk í verjuni fekk eina útvísing í dystinum.

 

##med2##