Heidi er ársins spælari

NSÍ álopsspælarin varð í kvøld fyri níggjundu ferð vald at vera ársins fótbóltsspælari

Í kvøld varð Heidi Sevdal kosin at vera ársins fótbóltsspælari í 2024. Hon var eisini kosin at vera ársins álopsspælari, og tað var vorðin sum eykavinningur at fáa, eftir at Heidi fyrr í heyst saman við liðfeløgunum í NSÍ hevur vunnið bæði steypafinaluna og FM og harvið greipuna.

 

At vera ársins spælari og ársins álopsspælari er ikki ókent fyri Heidi Sevdal. Hetta var tíggjunda ferðin, at hon varð vald at vera ársins spælari, og hetta var níggjunda ferðin, at hon varð vald at vera ársins álopsspælari.

 

Heidi Sevdal boðaði fyri fáum vikum síðani frá, at hon fór at gevast at spæla fótbólt á hægsta stigi. Tá segði hon, at tað eru 90 prosent vánir fyri, at hon fer at gevast, og at tað eru 10 prosent vánir fyri, at hon fer at halda fram.

 

-Nú havi eg fokus á familjuni og at taka mær av teimum, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður eftir ársskiftið, tá ið tað verður farið undir fyrireikingar til nýggja kappingarárið, men í løtuni er støðan tann sama, sum hon hevur verið.

 

35 ára gamla Heidi Sevdal hevur spælt 311 landskappingardystir og skorað 384 mál. Í steypakappingini hevur hon spælt 49 dystir og skorað 49 mál, og so hevur hon spælt fimm stórsteypadystir og skorað trý mál. Heidi hevur spælt 90 landsdystir og skorað 28 mál.

 

Tað var Jákup Olav Johannesen stjóri í Kramm, sum handaði heiðurin.